Leygardagin er val í Íslandi og veljarakanningarnar geva ábendingar um, at politiska støðan verður eins óstøðug eftir valið sum áðrenn. Álitið á politisku skipanina hevur verið lítið síðani kreppuna í 2008 og undarliga samgonguslitið, ið førdi til valið, og fútabannið á tíðindaflutning um forsætismálaráðharran, hevur ikki bøtt um álitið. Baldur Þórhallsson, professari í stjórnmálafrøði, sigur, at valið hevur verið merkt av, at lítið av veruligum politiskum málum verða viðgjørd, tí vantandi álit gruggar politiska kjakið
Tá íslendingar fara í valklivarnar leygardagin, er tað bert eitt ár síðani teir atkvøddu seinast.
Tá var samgongan slitnað, tí táverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Dávið Gunlaugsson, varð nevndur í Panama-skjølunum. Stórar mótmælisgongur endaðu við, at Sigmundur Dávið varð noyddur at leggja frá sær og at samgongan umskipaði seg við lyfti um val eitt hálvt ár seinni – 29. oktober í fjør.
Hesa ferð var samgonguslitið ikki minni undarligt. Pápi núverandi forsætisráðharran, Bjarni Benediktsson, var blandaður upp í eitt mál um, at ein umsókn var um, at ein maður, sum var dømdur fyri at hava neyðtikið stjúkdóttir sína, skuldi fáa æru sína uppreista. At forsætisráðharrin ikki hevði sagt samstarvsflokkum sínum frá, helt Bjørt Framtíð, ein flokkur í samgonguni, vera so mikið álvarsligt álitisbrot, at flokkurin sleit samgonguna.
– Tað hevur kanska ikki verið eitt mál fram um onnur, ið hevur verið høvuðsmálið í valstríðnum. Um nakað, er tað spurningurin um opna politiska leiðslu, tað sum á enskum verður kallað accountability, sum hevur verið høvuðsmálið, sigur Baldur Þórhallsson, professari í stjórnmálafrøði. Dimmalætting hevur tosað við Baldur Þórhallsson, nú síðstu dagarnar undan valinum.
Álitið verið lítið síðani kreppuna
Íslendskur politikkur síðstu árini hevur verið merktur av kreppuni í 2008. Fleiri nýggir flokkar og persónsmál frá búskapinum áðrenn kreppuna, hava ofta sett dagsskránna. Valið hesa ferð er sum so onki undantak, tí umframt at tað vóru persónsmál, ið feldu samgonguna, sigur Baldur Þórhallsson, at valið hevur snúð seg um álit á politisku skipanina.
– Valið hevur snúð seg um, at avgerðir hjá ráðharrum skulu takast fyri opnum tjøldum, og at umsitingin av landinum skal vera gjøgnumskygd. Hetta er alt tengt at, hvussu samgongan slitnaði og nú seinni eisini, at tað var bannað blaðnum Stundin at skriva um upplýsingar, sum tey høvdu úr gamla bankanum Glitnir, har forsætisráðharrin átti partabrøv, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
– Trupuleikin hjá íslendskum politikkarum er, at tað sum heild er lítið álit á teimum. Soleiðis hevur tað verið síðani kreppuna. Veljarakanningar vísa, at veljarin ikki bara hevur lítið álit á politikkarum, men næstan helvtin av veljarunum heldur eisini, at politikkarar eru beinleiðis korruptir. Spurningarnir søgdu onki um, hvat ítøkiliga er meint við korruptión, men tað, at íslendska fólkið ikki hevur álit á politikkarum og tað, at helvtin av veljarunum heldur politikkararnar vera korruptar, hevur ført íslendskan politikk inn á eina breyt, ið hevur verið grundin til, at tvær tær seinastu samgongurnar eru falnar, sigur Baldur Þórhallsson.
Tað er kanska undranarsamt fyri útlendskar eygleiðarar av íslendska valinum, at Sjálfstæðisflokkurin blívur við at standa seg so væl, hóast fleiri politiskar gølur hava verið í flokkinum. Tíðindi um persónligu fíggjarviðurskiftini hjá Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra Íslands, floreraðu í íslendskum og onkrum útlendskum miðlum, men fingu ein bráðan enda, tá fútabann varð sett á tíðindaflutningin. Tað er trotabúgvið eftir gamla bankanum, Glitnir, har Bjarni Benediktsson seldi stóran part av partabrøvum sínum síðstu dagarnar áðrenn kreppuna, ið hevur kravt fútabannið. Grundgevingin frá trotabúgvinum var, at umframt at miðlarnir hava fingið hendur á upplýsingunum ólógliga, innihalda upplýsingarnar eisini upplýsingar um vanligar kundar í bankanum, sum ikki hava almennan áhuga. Men Sjálfstæðisflokkurin hevur ikki flutt seg nakað serligt undir valstríðnum, og hann liggur nú og sveiggjar ímillum at gerast størsti ella næststørsti flokkurin í Íslandi við 22-23 prosentum av stuðlinum í síðstu veljarakanningunum.
– Sjálfstæðisflokkurin verður máldur at verða størstur í onkrum av teimum síðstu veljarakanningunum við umleið 22-23 prosent av atkvøðunum. Men flokkurin var altíð størstur áðrenn fíggjarkreppuna. Eg minnist ikki akkurát miðaltalið fyri stuðlinum áðrenn kreppuna, men flokkurin plagdi at liggja um 35 til 37 prosent til valini tá, og flokkurin hevur sostatt mist stóran part av sínum føstu stuðlum, hóast hann kanska enn er størsti flokkurin, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
Hann heldur, at tað sum er meira áhugavert við íslendskum politikki beint nú, eru hvussu klovnir flokkarnir á bæði vinstru og høgru síðu av politiska ásanum eru.
– Flokkar á bæði vinstru og høgru síðu eru klovnir. Viðreisn, sum er ein frælslyntur høgraflokkur, er í veruleikanum stovnaður av fyrrverandi sjálfstæðisfólki. Framsóknarflokkurin er eisini klovin og tað hevur gjørt, at ein fyrrverandi formaður og forsætisráðharri, Sigmundur Dávið Gunlaugsson, hevur stovnað nýggjan flokk, ið sær út til at fara at klára seg væl til valið. Samfylkingin hevur mist nakað til Bjarta Framtíð, kanska eitt sindur til Viðreisn og eisini nakað til Vinstra-Grøna flokkin. Vinstri-Grøni flokkurin er í veruleikanum einasti flokkurin, sum ikki er klovin, og tað gongur eisini væl hjá honum í veljarakanningunum, sigur Baldur Þórhallsson.
Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum bjóðar seg fram á fyrsta sinni. Flokkurin er beinleiðis eitt útbrot av Framsóknarflokkinum, elsta flokkinum í Íslandi, og tað er sum nevnt Sigmundur Dávíð Gunlaugsson, fyrrverandi formaður í Framsóknarflokkinum og fyrrverandi forsætisráðharri, ið hevur stovnað flokkin. Sigmundur Dávíð er maðurin, ið varð nevndur í Panama-skjølunum og varð trýstur at leggja frá sær, eftir at stórar mótmælisgongur høvdu verið. Men flokkurin fær, hóast at Sigmundur Dávíð er ein øgiliga umstríddur persónur, góða undirtøku í veljarakanningunum – nógv betri enn Framsóknarflokkurin.
– Hann fær stuðul úr bygdunum og frá eldri monnum kring landið, sæst í veljarakanningum. Men tað sum fólk tosa um, er at tey trúgva, at hann fer at standa við síni vallyfti. Í 2013 lovaði hann at gjalda fólki, ið høvdu mist nógv í húsalánum sínum, tí virðið á krónini hækkaði so nógv, pening aftur, og tað lyftið helt hann. Øll trúgva tí, at hann fer at halda síni vallyfti, sigur Baldur Þórhallsson, ið aftur vísir á, at álitið millum fólk á politisku skipanina er lítið.
Fá politisk mál umrødd
– Um eg skal nevna nakað mál, so kann eg siga, at vinstravendu flokkarnir hava lagt áherðslu á, at heilsuverkið og mentanarmál skulu fáa meira fígging. Sjálfstæðisflokkurin hevur lagt áherðslu á skættalækkingar og at ikki hækka avgjøld á einstaklingar og fyritøkur, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
Tað hevur fylt nógv í íslendskum miðlum seinastu árini, at heilsuverkið er niðurpínt og at lærdu háskúlarnir eru undirfíggjaðir í mun til onnur norðurlond. Hesi málini høvdu ivaleyst havt fylt meira í valstríðnum, um tað ikki vóru so undarligar umstøður kring valið.
Seinastu árini eru tvey onnur mál, ið afturvendandi hava verið á breddanum, og tað eru málini um ES og eina nýggja stjórnarskipan. ES-samráðingarnar slitnaðu fyri nøkrum árum síðani, og hóast næstseinasta samgonga hevði lovað, at fólkaatkvøða fór at vera um ES-málið, vórðu samráðingarnar formelt steðgaðar uttan atkvøðugreiðslu.
– Uttanríkismál hava at kalla onki fylt í valstríðnum. Gott nokk hava eitt nú Samfylkingin og Viðreisn víst á, at flokkarnir vilja hava fólkaatkvøðu um, hvørt samráðingarnar við ES skulu halda fram, meðan Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin eru ímóti tí, men annars hevur hetta fylt øgiliga lítið, sigur Baldur Þórhallsson.
Viðvíkjandi málinum um stjórnarskipan varð vegleiðandi fólkaatkvøða í 2012, tá ávísar tillagingar vórðu lagdar fram av eini nevnd, ið hevði mælt til ávísar broytingar í stjórnarskipanini. Broytingarnar vórðu ongantíð framdar, og síðani hevur stjórnarskipanin verið kastibløka millum flokkarnar og ongar radikalar broytingar hava verið í eygsjón. Stjórnarskipanin fyllir heldur ikki nógv hesaferð, og einasti flokkurin, ið veruliga rekur fyri broytingum í stjórnarskipanini, er Pirataflokkurin, ið ikki sær út til at fáa eitt serliga gott val.
– Pirataflokkurin hevur roynt at havt stjórnarskipanina á lofti. Tey halda tað vera týdningarmikið at gera nýggja stjórnarskipan og gera arbeiðið liðugt, sum byrjaði eftir fíggjarkreppuna. Mið-vinstravendu flokkarnir hava partvís stuðlað tí, men hóast tað er ein ávís fylking í samfelagnum um at broyta stjórnarskipanina, er tað kanska ikki nakað, ið avger, hvussu fólk atkvøða, sigur Baldur Þórhallsson, sum tó heldur, at Piratarnir fáa ávísan stuðul av síni støðu í hesum málinum. Men Baldur Þórhallsson sigur, at tað søguliga hevur verið ringt at broyta stjórnarskipanina radikalt í Altinginum.
Sjálfstæðisflokkurin, Vinstri-Grøni flokkurin ella báðir
Tað tók langa tíð at skipa samgongu eftir valið í fjør. Fleiri flokkar fingu umboð at skipa samgongu frá forsetanum, men tað bar ikki á mál fyrr enn fleiri royndir høvdu verið gjørdar. At enda varð samgonga skipað ímillum Sjálfstæðisflokkin, Bjørt Framtíð og Viðreisn, men samgongan var smøl, tí minst møguligi meiriluti var í samgonguni.
Í síðstu viku varð víst á veljarakanning, ið varð kunngjørd 16. oktober í Íslandi. Tá hevði Vinstri-Grøni flokkurin fingið heili 27 prosent av atkvøðunum, um val var tá, meðan Sjálfstæðisflokkurin tá hevði fingið 22 prosent av atkvøðunum. Nú er Vinstri-Grøni flokkurin minkaður niður í nakað tað sama sum Sjálfstæðisflokkkurin. Sjálfstæðisflokkurin stendur í stað, meðan nakrir av teimum minnu flokkunum deilast um stuðulin, sum Vinstri-Grøni Flokkurin eftir øllum at døma hevur mist seinastu dagarnar av valstríðnum.
– Tað var ongantíð realistiskt, at Vinstri-Grøni flokkurin fór at fáa 27 til 30 prosent av atkvøðunum, sigur Baldur Þórhallsson til, at Vinstri-Grøni flokkurin hevur mist undirtøku seinastu vikuna undan valinum. Samfylkingin og Miðflokkurin eru teir, ið hava havt mest viðvind síðstu dagarnar og báðir liggja um 12-13 prosent.
– Tað verður allarhelst øgiliga torført at skipa samgongu. Um veljarakanningarnar nú fara at passa, sær tað út til, at Vinstri-Grøni flokkurin verður í eini lyklastøðu. Eg vildi mett, at tey helst vilja skipa eina mið-vinstravenda samgongu við Samfylkingini og Framsóknarflokkinum, men aðrir samstarvsmøguleikar eru eisini við eitt nú Pirataflokkinum og Viðreisn. Um hetta ikki gongur, ber til hjá Vinstra-Grøna flokkinum at skipa samgongu við hinum stóra flokkinum, ið verður Sjálfstæðisflokkurin, men tað er nógv innanhýsis mótstøða í Vinstra-Grøna flokkinum ímóti at gera tað, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
– Men vit skulu heldur ikki útloka eina mið-høgra stjórn. Tað hevur gingið væl hjá Miðflokkinum seinastu tíðina og Framsóknarflokkurin kann eisini vaksa eitt lítið sindur síðstu dagarnar undan valinum. Um Flokkur Fólksins eisini verður valdur, er brádliga møguleiki fyri eini samgongu millum Sjálfstæðisflokkin, Miðflokkin, Framsókn og Flokk Fólksins, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
Hann vísir eisini á, at markið hjá einum flokki fyri at verða valdur á ting eru heili fimm prosent í Íslandi, og tí broytir tað alt, um lítlir flokkar sum Flokkur Fólksins, ið hevur lagt dent á tey gomlu og veikastu í samfelagnum, men eisini hevur verið settur í samband við nationalpopulismu, verður valdur. Aðrir flokkar sum Viðreisn og Björt Framtíð eru heldur ikki væl omanfyri markið, og tað kann gera møguleikarnir hjá Vinstra-Grøna flokkinum verri, um til dømis Viðreisn ikki verður valdur á ting.
– Men tað kann fara at taka fleiri vikur og møguliga mánaðir at skipa samgongu, sigur Baldur Þórhallsson at enda.
Valið verður leygardagin 28. oktober.