Litblindur danskur landsliðsleikari fagnaður: Hann er tann fyrsti

Danski fótbóltsleikarin Thomas Delaney fær stóra viðurkenning, tí hann er so opin um, at hann er litblindur

Sigurjón Einarsson
6. juli 2021 kl. 18:30

Tað eru nøkur ár síðani, at danski landsliðsspælarin Thomas Delaney kunngjørdi, at hann er litblindur. Tó legði hann tá dent á, at tað var ikki nakað, ið darvaði hann undir dysti.

Tað er bara eina ferð, at hann hevur verið út fyri tí, at farvurnar á troyggjunum hava argað hann. Tað var í einum venjingardysti millum Meksiko og Danmark undan HM-endaspælinum í Russlandi í 2018.

Nú fær Delanay viðurkenning fyri, at hann er so opin um tað, at hann er litblindur. Kathryn Albany-Ward, ið hevur stovnað “Colour Blind Awareness”, hevur úttalað seg í samrøðu við BBC.

– Hann er tann fyrsti aktivi fótbóltsleikarin, sum spælir á høgum støði, ið alment viðurkennir hetta. Tey flestu vilja ikki tosa um hetta, tí tey kanska bera ótta fyri, at tað kann merkja nakað fyri teirra virðið, sigur Kathryn Albany-Ward.

Thomas Delaney er reytt-grønt-litblindur, og hann hevur í samband við sítt litblindni greitt frá, at tað ikki er lætt at greiða frá, hvussu tað er, men at litirnir koma til at líkjast tvær nuansur av somu litum.

Higartil í hesum EM-endaspælinum hevur Danmark antin spælt í hvítum ella í reyðum, meðan mótstøðuliðið hava havt ein greiðan øðrvísi lit, so munur hevur verið millum ljósu og myrku litirnar hjá ymisku troyggjunum.

Og litirnir verða neyvan nakar trupulleiki, tá Ongland og Danmark spæla í annaðkvøld. Ongland stendur til at vera heimaliðið og spælir tí í hvítum, meðan Danmark fer at spæla í reyðum búnum í hálvfinaluni á Wembley.

Dysturin byrjar í annaðkvøld klokkan 20.