Reinhold Breu er nýggjur landsliðsvenjari hjá Litava, eftir at Valdas Ivanauskas varð uppsagdur í juni.
– Valdas Ivanauskas bleiv ikki bert uppsagdur tey keðiligu úrslitini. Hann varð eisini uppsagdur, tí hann var í opnum stríði við fleiri av leikarunum á landsliðnum, sigur Mantas Krasnickas, sum er tíðindamaður hjá litaviska miðlinum, 15min.lt, og eisini frásøgumaður hjá Viaplay.
Nýggjur maður í heita stólinum er týskarin Reinhold Breu, sum er fyribilsvenjari hjá Litava í teimum síðstu dystunum í hesari Nations League-kappingini. Hann kom annars í starv sum tekniskur stjóri hjá litaviska fótbóltssambandinum afturi í februar í ár, men hevur fyribils tikið yvir sum landsliðsvenjari komandi dystirnar.
Litaviski tíðindamaðurin og frásøgumaðurin hjá Viaplay, Mantas Krasnickas, sigur við Dimmalætting, at tað hevur verið rættiliga torført hjá teimum litavisku miðlunum at finna útav, hvat fyri spæliætlan og leikskipan nýggi landsliðsvenjarin ætlar at brúka móti Føroyum, har ein sigur er eitt krav.
– Vit vita snøgt sagt ikki, hvussu Litava fer at spæla móti Føroyum. Reinhold Breu hevur greitt fyri okkum, at hann ynskir at Litava skal spæla álopskendan fótbólt, men meira enn tað, vita vit ikki, hvat vit kunnu væntað okkum av nýggja venjaranum, greiðir Mantas Krasnickas frá.
Tíðindamaðurin vísir á, at tað er eitt sindur torført at síggja, hvar málini skulu koma frá, tí tað er eitt sindur soltið við álopsleikarum í hesum døgum.
– Vit hava nakrar eldri harrar, sum skulu skjóta mál. Arvydas Novikovas spælir við Samsunspor í næstbestu deildini í Turkalandi, og Fedor Cernych, sum spælir í bestu pólsku deildini, eru báðir 31 ár. Vit hava ein ungan leikara, ið spælir í kroatiskum fótbólti, men vit mangla ungar leikarar, sum spæla í teimum hægru deildunum í Evropa fyri tíðina, sigur Mantas Krasnickas.
Fótbólturin í Litava í kreppu
Seinastu fimm árini hevur Litava ligið aftarlaga á styrkislistanum hjá FIFA. Liðið hevur svingað at verið millum nummar 149 og 130 seinastu árini, og seinast listin bleiv kunngjørdur, er Litava nummar 142. Føroya liggja í løtuni nummar 125 á sama lista.
Og úrslitini hjá Litava hava heldur ikki verið nógv at reypa seinastu árini. Tó so, so vann Litava 3-1 á Bulgaria á heimavølli fyri einum ári síðan.
Men tað er ikki bara á vøllinum, at tað haltar hjá Litava. Eisini er fótbóltssambandið komið undir luppin hjá evropeisku fótbóltssamgongunum, FIFA og UEFA, tí fleiri fólk við kriminellari bakgrund eru at finna í fótbóltssambandinum. Tí er stjórnin í Litava nú eisini komin upp í leikin.
– Tað er ein hurlivasi við fótbóltssambandinum her. Nógvir fyrrverandi og núverandi brotsmenn eru í fótbóltssambandinum. Tí hava vit verið í veruligum vanda fyri at verða útihýst frá øllum evropeiskum kappingum. Og so seint sum í síðstu viku hevur tingið her í Litava meldað út, at fótbóltssambandið og hvussu limir sleppa inn í fótbóltssambandið, skal broytast, har størri gjøgnumskygni er vegurin fram, sigur Mantas Krasnickas við Dimmalætting.
Hann vónar, at tað við nýggjum venjara við róðrið, kann vera ein nýggj byrjan hjá landsliðnum at koma úr kreppustøðuni, sum hevur valdað tey seinnu árini undir Valdas Ivanauskas, sum fekk sekkin í juni, eftir at millum annað hava tapt 2-1 fyri Føroyum á Tórsvølli.
– Skulu vit ikki flyta niður úr Deild C, so mugu vit vinna móti Føroyum – og gjarna eisini við nógvum málum, men tíverri dugi eg ikki at síggja, hvar málini skulu koma frá, sigur tíðindamaður og frásøgumaðurin hjá Viaplay í Litava, Mantas Krasnickas.
Dysturin millum Litava og Føroyar byrjar klokkan 19.45