Listin og vísindin í samstarvi - eitt øðrvísi og spennandi mentanarátak

Í komandi viku skipa føroysku umboðini í norðurlendska/baltiska lista- og vísindanetverkinum ‘State of the Art Network’ (SOTAN) fyri øðrvísi og spennandi átaki

Tíðindaskriv
8. juli 2022 kl. 09:00

Í komandi viku skipa føroysku umboðini í norðurlendska/baltiska lista- og vísindanetverkinum ‘State of the Art Network’ (SOTAN) fyri øðrvísi og spennandi átaki. Talan er um eitt viku langt átak, við bæði privatum og almennum tiltøkum, sum skulu varpa ljós á tær avbjóðingar sum heimurin hevur í mun til mannaskaptu umhvørviskreppuna - bæði so og so.

Fyriskipararnir undirstrika at talan ikki bert er um ta myrku síðuna á hesi kreppu, men vilja varpa ljós á teir møguleikarnar og tær loysnirnar, sum kunnu koma úr einum tvørfakligum samstarvi millum listina og vísundina, um røttu spurningarnir verða settir. 

Fimm útlendskir gestir úr netverkinum koma á vitjan í hesum sambandi, og fer vikan at bjóða uppá millum annað framløgur, filmar, ljóðmyndir, framsýning, samrøður, kjak og upplestur.

Almennu tiltøkini, sum verða í komandi viku, eru:

- Mikudag 13. juli, á Listasavnið Føroya, kl. 17-19 : framløgur, kjak og framsýning.

- Fríggjadag 15. juli, í fjósinum á G! festivalinum, kl. 13-17: framløgur, filmar, kjak, samrøður og upplestur (G! atgongumerki krevst)

Tiltøkini verða á enskum og eru øll hjartaliga vælkomin.

Áhugaði kunnu annars fylgja við á Facebook bólkinum: "THE REWILDING AND EARTH MAKING TOUR - Connectedness in Science and Art"

Fakta um "THE REWILDING AND EARTH MAKING TOUR - CONNECTEDNESS IN SCIENCE AND ART"

Vit eru partar av umhvørvinum, fólk og djór hava ikki bert náttúruna til felags, vit eru náttúra, heldur er tað gamlar antroposentriskar fatanir av menniskjans leikluti á fold, ið skapa trupulleikar í dag.

Í øldir hava vit sum samfeløg bygt á ein mun millum okkum og náttúruna, men við broytingum innan hvussu vit hugsa í dag mugu vit spyrja nýggjar eksistentiellar og trúðarligar spurningar, tí hvat er nú søgan um okkara pláss í hesum heimi?

Yrkjarar, vísindafólk og listafólk hava altíð funnið íblástur í náttúruni, frá fjøllum, av steinum frá havinum. Geopoesi, ella yrking um og við landinum, er tí eisini ein ’jarðar-skapan’, um vit skilja eina breiðari týðing av hvat ein yrking kann vera og hvat list kann, hvussu list, bókmentir og vísundi kunnu møtast. 

- Hvussu kunnu vit innan list arbeiða við meiri enn tí menniskjaliga, við jarðfrøðini, við sjónum, insektum, við friðaðum oyggjum sum Kolturi? 

- Hvussu kunnu list, bókmentir og vísundi svara aftur mótvegis einum heimi sum vit ikki kunnu liva í longur á sama hátt?

- Hvussu kunnu vit syrgja tað sum vit missa, og hin vegis nøra um alt tað lívið sum er rundan um okkum samstundis?

Føroysku SOTAN umboðini eru:

Jón Sonni Jensen, listafólk og grafikari
Kim Simonsen, rithøvundur og akademikari
Guðrið Poulsen, listafólk
Jón Aldará, lívfrøðingur og sangari
Uni Árting, jarðfrøðingur og grafikari
Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur og listafólk