Ingi Samuelsen

06.09.2018 17:21

Fuglafjarðar Kommuna - Byggisamtykt

Fólk við góðum minnum um listaverkini, sum hingu í ”the pub on the corner”, nú afturlatna Frítíðarfelagnum Mimir, hava nú ein møguleika at ogna sær verkini.

Advokatfelagið, ið eisini stóð fyri søluni av sjálvum bygninginum á horninum Sjúrðargøta/Varðagøta, lýsir nú eisini 25 listarverk til sølu. Talan er um listarverkini, ið prýddu blámálaðu veggirnar í ølklubbanum.

Talan er um verk av kendum og meira ókendum listafólki. Her eru fleiri tekningar hjá Óla P., nógv klipp hjá Rasmus ”Klipp” Rasmussen, linoliumsskurðir hjá Elinborg Lützen og oljumálningar hjá eitt nú Jógvani Asbjørn Skaale, Zacharias Heinesen, Fridu Zachariassen, Hera Smith og Benny Drewsen.

Listaverkini verða seld á uppboðssølu á Advokatskrivstovuni á Frúustøð leygardagin 15. september, og uppboðshaldari verður Bjørn á Heygum.

Listarverkini kunnu síggjast her


Oljumálningur eftir Jógvani Asbjørn Skaale

 

Byrsur MBM Búrøkt