Listasavnið skipað á nýggjum

Tað er í tøkum tíma, at okkurt hendir við permanenta partinum av Listasavni Føroya. Tí kunnu vit fegnast um tær stóru broytingar, sum har eru farnar fram, samstundis sum ein áleikandi spurningur stingur seg upp um ikki eitt tjóðlistasavn krevur serlig atlit viðvíkjandi viðferðini av okkara listarliga arvi

Kinna Poulsen
20. juni 2020 kl. 15:00

Tað er í grundini ikki serliga lætt at ummæla nýskipaðu føstu framsýning á Listasavni Føroya. Bæði orsakað av teirri heilt serligu serstøðu, henda framsýning hevur sum einasta almenna savn av føroyskari list í øllum heiminum! Men eisini tí tað av ymiskum orsøkum er ivasamt júst hvussu permanent henda framsýningin er. - Meira um hetta seinni, fyribils kunnu vit í hesi fyrstu royndini at seta orð á broytingarnar siga, at tann permanentaða, sum vit í skemti plagdu at kalla hana, av sonnum hevur fingið nýggja frisyru.

Hvørt hetta nýggja sniðið er klæðiligt kann diskuterast, men broytingin er radikal frá eini fyri tað mesta listasøguliga skipaðari framsýning til eina tematiska, har tað eisini verða framsýnd nógv fleiri verk - í løtuni ber til at síggja 265 listaverk á savninum - tað er dupult so nógv verk sum áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum og so er spurningurin um flest merkir best ella barasta flest, sum Kári P sang. Harumframt sigur stjórin, Karina Lykke Grand seg hava ynskt at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk.

Broytingin av Listasavni Føroya er neyðug og uppá tíðina. Tann permanenta var farin vorðin eitt sindur ov permanent fyri ikki at siga fullkomiliga uppsteðgað. Men teirri reint tematisku skipanini ivist eg eitt sindur meira í. Tematiskar framsýningar eru annars rættiliga vanligar á gallaríum og framsýningarstøðum, men ikki sum at kalla einastu uppheingingarmeginregla í eini permanentari framsýning í einum tjóðlistasavni. Tað er óvanligt. Uppheingingin sigst leggja dent á at geva gestinum eina uppliving av Føroyum gjøgnum myndir og tað er eisini væl hugsandi, at nógvum fer at dáma hetta. Tað er lætt og ómakaleyst at skilja eina framsýning, sum í einum rúmi t.d. tematiserar havið við myndum av uppgangi, av sjómonnum, sakni, óveðri og logn – fyri t.d. ferðafólkaídnað og upplivingarbúskapin verður broytingin ivaleyst vælumtókt.

Men at redusera føroyska listarliga hugsjón í allar tíðir til evni sum hav, landslag, dýr, portrett, interiør, ull, átrúnað, tað tykist eitt sindur ov einfalt fyri eitt tjóðlistasavn. Kanska skilja tit hvat eg meini, um eg komi við einum hugsaðum komparativum dømi. Um tit ímynda tykkum, at eg fór t.d. niður á Statens Museum for Kunst og framdi somu broyting við ætlan um at geva gestinum eina uppliving av Danmark gjøgnum myndir? So skuldi eg fyrst funnið fram dømi um tað typiskt danska í evnum. Tað kundi snúð seg um hvat? Landbúnað, hugna, fólkaræði, øl, frítt porno, Christiania, imperialismu, flatt landslag og trø ella okkurt heilt annað. Mannagongdin er síðan at blanda verk úr ymiskum tíðarskeiðum og at heingja t.d. impressionistisk verk og verk frá barokktíðini saman við romantiskum ella modernaðum myndum alt eftir tematiskari skipan. - Hetta hevði neyvan gingið á danska tjóðlistasavninum ella á nøkrum øðrum tjóðlistasøvnum. Eg hugsi, at tað beinleiðis hevði vakt eitt ramaskríggj av teimum ordiliga gjøgnumtreingjandi og snjallu. Eg haldi í grundini eisini, at tematiseringin reduserar listaverkini í sær sjálvum. Tað hendir til dømis, tá spirituellir málningar hjá Anker Mortensen við heitinum Vindurin blæsir hagar hann vil, sum er eitt bíbliusitat (Johannes 3:8) verða bólkaðir sum havmyndir heilt einfalt tí tær eru bláar.

Orsøkin til, at í áðni ivaðist í hvussu permanent henda framsýningin er, er at ein partur av henni hongur í norðara parti av Listasavninum í gamla Listaskálanum. Mær vitandi skal hesin salur eisini framhaldandi brúkast til skiftandi framsýningar og tí kann hugsast, at eitt nú málningarnir hjá Ingálvi av Reyni skulu flytast inn aftur í føstu framsýningina og altso harvið aftur broyta uppheingingina har. Tær eru annars imponerandi, hesar stóru myndirnar hjá Ingálvi av Reyni, men hanga við síðuna av myndum, sum ikki eru á sama støði. Júst tað sama er galdandi fleiri staðni á framsýningini, sum í nógvum tykist skipað við disharmoni í huga, har verk eru sett saman, sum er stílsligir mótsetningar ella sera ólík. Eitt serliga óheppið dømi um hetta sæst har ein stór og larmandi poppmynd av Eminem hjá Beintu av Reyni er sett beint við síðuna av einum stillførari og inniligari ikon hjá Anker Mortensen. Tíverri sæst eitt lyndi til, at fleiri týdningarmikil listafólk ikki verða raðfest sum tey eiga, meðan pláss í staðin verður brúkt uppá vánaligari list. Listamenn sum Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen eru við á framsýningini, men áttu kortini at verið betri plaseraðir á ein hátt sum svaraði seg til tann týdning og tign, sum dygdin av teirra verkum gevur teimum innan føroyska list. Tað er sera gott, at grafikkur er við á framsýningini, men eg haldi als ikki, at grafiska listin er nóg væl presenterað. Úrvalið vísir ikki, at føroyskur grafikkur hevur verið í stórari framgongd síðani Steinprent kom fyri tjúgu árum síðani. Og at ein grafiskur meistari sum Marius Olsen ikki hevur ein størri leiklut á framsýningini Listasavni Føroya, er fullkomiliga óskiljandi.

Eins og tað stendur í tíðindaskrivi frá Listasavninum, eru fleiri listafólk komin við í nýggju framsýningina. Tað er gott, men eisini ringt, tí fleiri av hesum eru ikki á einum støði, sum listin á einum tjóðlistasavni eigur at vera á. Ridlandi støðinum hevur stjórin ikki einsamøll ábyrgdina av – als ikki - hetta hevur verið ávegis leingi og kemst m.a. av, at innkeypspolitikkurin hjá savninum hevur verið í besta føri tilvildarligur og ofta ikki eksisterandi m.a. orsakað av fíggjarligum trupulleikum og troti. Hetta er ein stórur trupulleiki. Tá dygdin er so svingandi sum hon er í løtuni á Listasavni Føroya missir savnið sín status í samfelagnum sum tann stovnur, ið avger hvussu ein føroysk ”listakanon” sær út. Hetta kann tó eisini setast í sambandi við ein ávísan tíðaranda í løtuni, sum er antihierarkiskur og vendir sær ímóti kanonisering og sum heldur fagnar hvørvileika og tilvild. Kanska er tað eisini onkrastaðni innan hetta rákið, at vit finna orsøkina til, at dýrabærir listasavnsveggir standa tómir– tað eru teir í norðasta endanum, har sum Steinprent húsaðist. Hetta hølið verður eyðsýniliga brúkt til skúlaflokkar og onnur, sum kunnu eta matpakka herinni. Eg veit ikki hvat eg hugsi um hetta, jú tað er sjálvsagt gott, at børnini sleppa til. Men vónandi fara tey at heingja list upp á veggirnar til børnini at hyggja at. Har sær út at vera ovmikið til - eisini av sovorðnum, sum uttan trupulleikar man tola eina svansuta barnahond.

Sonevnd salongheinging í fleiri løgum á vegginum kann væl brúkast á einum listasavni, og riggar kanska serliga væl til heilt nýggjar og heilt gamlar myndir, men hon er torfør, tí hon má gerast soleiðis, at hon ikki er til ampa fyri tey einstøku verkini. Ikonisk portrett í føroyskari listasøgu sum Rosa hjá Torbirni Olsen og Liffa hjá Ingálvi av Reyni skulu t.d. hanga fyri seg sjálvi og ikki í einum trunka av portrettmyndum hjá ymiskum listafólkum.

Men annars riggar tað í einstøkum førum á Listasavninum t.d. í lítla hølinum har ein stórur svartur ódnarmálningur hjá Ingálvi av Reyni víðkar bæði rúm og sinn. Ta listasøguligu byrjanina, har elsta listin er umboðað, dámar mær eisini væl og somuleiðis er tað frálíkt, at veggurin er tikin niður í einari pyramidu soleiðis, at ljósið úr erva í pyramiduni geislar út í ta myrku gongina soleiðis sum hetta var upprunaliga hugsað arkitektoniskt. Umframt umheinging eru eisini nýggir tekstir skrivaðir og prentaðir, sum taka samanum evnini - tá eg sá framsýningina vóru allir ikki hongdir upp. Tað var sera áhugavert og stuttligt at síggja ymisk verk, t.d. eina landslagsmynd frá 1977 hjá Eyðuni av Reyni, ið er ógvuliga øðrvísi frá tí, vit kenna hjá honum, gott at síggja, at Hansina Iversen og Rannvá Kunoy eru væl umboðaðar og eisini var tað fínt at síggja gomul verk aftur hjá t.d. Ruth Smith, Steffan Danielsen, Ingálvi av Reyni, sum mann ikki hevur sæð leingi.