Listasavnið fingið stórsligna Mikines-gávu frá privatum eigara

Listasavn Føroya hevur fingið átta listaverk eftir Sámal Joensen-Mikines

Sigurjón Einarsson
15. desember 2021 kl. 10:52

Tað skerst ikki burtur, at Mikines er klassikkarin í føroyskari list. Hann var eisini tann føroyski listarmaðurin, sum fekk viðurkenning uttanfyri landoddarnar. Áhugin fyri hansara list er framvegis stórur. Framsýningar við verkum hansara verða nógv vitjaðar, og tá listarverk eftir Mikines eru til sølu, er stórur áhugi at keypa – bæði í Føroyum og í Danmark.

Og nú er líkt til, at føroyingar og eldhugaði Mikines-viðhaldsfólk fáa møguleika at uppliva nøkur listaverk hjá Mikines, sum ikki hava verið at sæð í almenna rúminum, tí í gjár kunngjørdi Listasavn Føroya, at savnið hevði fingið eina gávu frá einum privatum eigara í Danmark.

Talan er um eina milliónagávu við átta listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines (1906-79).

Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um gávuna:

– Vit eru sera takksom fyri hesa stóru gávuna við týdningarmiklum verkum eftir listamannin. Listaverkini eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Vit gleða okkum til at vísa málningarnar fram fyri gestum okkara, tá savnið letur upp aftur 1. februar, sigur hon við heimasíðuna hjá Listasavni Føroya.

Talan er um málningarnir, sum eru frá tíðarskeiðnum 1931-62. Myndevnini eru fleiri, sum sæst á myndunum. Millum annað eru landslagsmyndir úr bæði Føroyum og Danmark, ein mynd frá eini barr við heitinum “Drykkjuskapur” umframt tveir stórir málningar við kristnum myndevnum.

Mikines, sum listarmaðurin vanliga varð kallaður, var millum fyrstu føroyingarnar, sum tók tað djarva og stóra stigið at fáa sær eina listarliga útbúgving. Og hetta var í eini tíð, tá list ikki var vanlig í Føroyum.

Sámal Joensen-Mikines var føddur 23. februar 1906 í Mykinesi og doyði tann 21. september 1979 í Keypmannahavn.

Mikines var fyrsta professionella listafólkið í Føroyum, og tók listaliga útbúgving frá 1928-32 á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn.

Mini-undansýning av teimum átta málningunum sæst her: