Stýri fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjur stjóri fyri listasavnið. Tey siga í tíðindaskrivi, at Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet.
Harafturat er hon master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.
Solveig Hanusardóttir Olsen heldur, at hesi næstu árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging ábótum og útbygging, samstundis sum at høvuðsuppgávan at seta myndlist á breddan, skal røkjast.
– Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal listasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanarspjaðing og tiltøkum, sigur hon.
Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður.
Hon sigur, at hetta vil hon fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum. Hon sigur eisini, at broytingarnar hesi næstu árini hava nógv nýtt virksemi við sær, ið starvsfólkini skulu menna í felag, umframt at tey skulu endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag.
Annars er nýggi stjórin ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, eitt nú var hon savnsvørður frá 2016 – 2023, har hon miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt.
Hon varaði av føstu framsýningini, umframt serframsýningum, og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum. Síðani í fjør hevur hin eisini umboðað Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Nýggi stjórin tekur við starvinum 1. juli.