Listasavn Føroya sóknast eftir myndum av tatoveringum sum avmynda havið

Av teimum mongu hundrað føroyingunum, sum fóru til skips í 1950-, 60- og 70-árunum, komu fleiri aftur við minst einari tatovering. Nú ynskir Listasavn Føroya at fáa myndir av hesum tatoveringum

Sigurjón Einarsson
22. mars 2021 kl. 14:15

Sjómenn verða ofta settir í samband við tatoveringar. Nú ynskir Listasavn Føroya at fáa myndir av tatoveringum, ið føroyskir sjómenn hava fingið sær millum ár og dag.

Í dag er eru fleiri, sum hava valt at prýða kroppin við blekki – og her hevur havið eisini ein serligan týdning. Tilknýtið millum havið og tatoveringar verða nú kannað á Listasavni Føroya, og Listasavnið eggjar sjómonnum til at senda myndir av sínum hav-tatoveringum.

Søguliga
Í tíðini eftir seinna heimsbardaga vóru tatoveringar ikki í høgum metum, hvørki í Føroyum ella í Norðurlondum. Blekkið varð tekin um amoral og misbrot. Men fyri sjómenn vóru tatoveringar ein partur av samleikanum. Har eru enntá myndevni, sum teir skuldu gera seg uppibornar til. Um sjómaðurin hevði siglt tvørtur um Atlantshavið, kundi hann fáa eina tatovering av einum akkeri.

Nútíðin
Í 1990-árunum gjørdist tatoveringar væl umtóktar millum yngri fólk, og í dag eru mong, sum hava eina ella fleiri tatoveringar á kroppinum. Ein norsk kanning frá 2013 vísti, at sjeyndi hvør var tatoveraður, og í dag er talið væntandi hægri. Fleiri av tatoveringunum, sum verða gjørdar í dag, taka støði í teimum siðbundnu sjómanstatoveringunum og havinum. Akker, róður og skip eru umbiðin myndevni, eins og høgguslokkar og kumpass eisini eru væl umtókt.

Sendið myndir til Listasavnið
Á Listasavni Føroya varpa vit ljós á hesar kropsprýðingar, sum hava samband til havið, við at savna fotomyndir av tatoveringunum. Vit prenta myndina av tíni tatovering út og sýna hana fram á einum myndaveggi. Myndaveggurin vísir týdningin av havinum í nútíðini og vísir eitt útbreitt visuelt fyribrigdi, ið myndar okkara tíð – og kroppar.

Soleiðis gert tú:

1.     Tak eina mynd av tatoveringini (nærmynd)

2.     Send myndina til info@art.fo

Listasavnið prentar myndina og sýnir hana fram á einum myndaveggi í forhøllini á Listasavni Føroya. Tatoveringarnar verða sýndar fram dulnevnt.

Øll, ið senda Listasavninum myndir av tatoveringum, sum hava við havið at gera, fáa ókeypis atgongd til Listasavn Føroya.

Kelda: Listasavn Føroya