Listasavn Føroya letur upp aftur týsdagin

Týsdagin 8. februar letur Listasavnið upp aftur við nýggjum serframsýningum

Sigurjón Einarsson
4. februar 2022 kl. 11:50

Týsdagin 8. februar letur Listasavnið upp aftur við nýggjum serframsýningum. Savnið  hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu  framsýningini. Eisini lata tvær nýggjar serframsýningar upp í vikuni.  

Listasavnið fekk eina stórsligna gávu við átta málningum eftir Sámal Joensen-Mikines  frá einum privatum eigara í Danmark stutt fyri jól. Teir átta málningarnir kunnu nú  upplivast saman í einum rúmi fyri seg. Málningarnir kunnu síggjast frá 8. februar.  

Fríggjadagin 11. februar klokkan 16-18 letur nýggja serframsýningin Landslagið í broyting upp. Fernisering við røðum og tónleiki verður á skránni og savnið bjóðar ábit. Framsýningin  varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin  endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni. Øll eru hjartaliga  vælkomin.  

Barnafamiljur eru vælkomnar at seta seg við barnaborðini í forhøllini at loysa ymiskar  kreativar uppgávur. Tað er ókeypis at vitja forhøllina og børn og ung undir 20 ár sleppa  ókeypis inn á savnið.  

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag klokkan 13-16.  

Les meira um framsýningarnar á www.art.fo.