Listamaður bjóðar fólki á gátt
Tað er opið seinnapartin leygardagin og sunnudagin
Áki Bertholdsen
9. november 2023 kl. 13:00
Leygardagin og sunnudagin eru fólk vælkomin á gátt í atelierinum hjá Finleifi Mortensen, listamanni, og tað er Undir Tórvbrekku á Strondum
At hava opið atelier er ikki ókent aðra staðni har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í Atelierinum har listin eisini verður til.
Umframt nakrar nýggjar málningar er møguligt at síggja nakrar eldri málningar og skitsur.