Listaframsýning í Williamsstovu

Listaframsýning av akademiskum kol/krit-tekningum, olju og akrylmálningum í Williamsstovu 18 - 22 juni

Tíðindaskriv
14. juni 2021 kl. 21:20

Fernisering verður fríggjadagin 18. juni frá kl 16-18. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ólavur Jakobsen spælir klassiskan guitar.

Eg eri 56 ár, og eri undir listaútbúgving í Svøríki. Eg lesi á "SARA" The Swedish Academy of Realist Art, og verði útlærd á sumri 2022.

Um tit vilja vita meira um útbúgvingarháttin “Bargue” ella taka myndir, so eri eg at hitta í Williamsstovu í N. Finsensgøtu hósdagin 17. juni aftaná kl. 10.

Eisini kann lesast meira á heimasíðuni helenadam.fo