Aftur hesar páskirnar letur listaframsýning upp í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv.
Lokal listafólk – bæði yngri og eldri – sýna fram, og vit fara at síggja bæði málningar og tekningar. Summi av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu og aðru ferð. Og til ber at siga, at her eru bæði meistarar og lærusveinar, sum so fóru egna leið.
Listafólkini eru heili 12 í tali og tey eru: Valborg Jacobsen, Tummas Jákup Thomsen, Vár Hanusardóttir, Anja K. Jacobsen, Eivi J. K. Holm, Jensia K. Rasmussen, Maiken Joensen, Barbara Joensen, Sam Jacobsen, Oluffa K. Halgadal, Valborg K. Johannesen og Jens Klæmint Jacobsen; og tí er framsýningin sera fjølbroytt innihaldsliga.
Framsýningin verður sett páskadag kl. 16 og er opin soleiðis:
• Páskadag 31. mars kl. 16 – 20
• 2. páskadag 1. apríl kl. 14 -18
Til setanina syngur og spælir Lyon Hansen frá Gøtugjógv, eins og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, sigur nøkur orð.
Og har er altíð kaffi og kaka at fáa eins og eitt hugnaligt prát við ymsu listafólkini og vitjandi.
Atgongdin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.