Listafólk skulu hava betri, fíggjarligar sømdir, og nú skulu landsstýrisfólk ikki longur sleppa at blanda seg upp í, hvør fær stuðul.
Tað er endamálið við einum uppskoti, landsstýrið nú fer at leggja fyri Løgtingið.
Sum støðan er nú skulu listafólk sjálvi rinda eftirløn av tí stuðuli tey fáa. Men hereftir verður tað so, at listafólk skulu fáa 15 prosent í eftirløn afturat upphæddini tey fáa í listafólkaløn og starvsløn.
Samstudis hevur mentanargrunnurin bú dingið eina millión, sum er markað til at gera listaligt tilfar á føroyskum.
Talan skal vera um tilfar, sum kann birta uppundur og menna listaligu, og málsligu, evnini hjá børnum og ungum - á føroyskum.
Men hesin stuðul kann ikki verður latin stovnum, sum tað almenna longu fíggjar. Ætlanin er nevniliga ikki, at hetta skal verða ein stuðul til stovnar, sum frammanundan gera tilfar til børn og ung í skúlaverkið, sigur landsstýrið.
Landsstýrið hevur eisini eina játtan, sum skal latast í stuðuli til film. Sum støðan er nú, er tað landsstýrismaðurin, sum játtar stuðulin.
Men tað vakti ans tá ið Jenis av Rana landsstýrismaður í mentamálum, tvær ferðir, noktaði at stuðla filmum, sum ráðgevarar hansara annars høvdu mælt honum til at stuðla.
Annar filmurin, landsstýrismaðurin ikki vildi stuðla, var teknifilmurin, Skúlascam, hjá Tóka Jansson, og orsøkin var, at tey bannaðu so illa í filminum.
Hin filmurin var Sæla hjá Katrini Joensen Næs og hann var ov fúlur fyri Jenis av Rana.
Men eftir uppskotinum, landsstýrið nú leggur fyri Løgtingið, verður mælt til, at tað verður Mantanargrunnurin, sum skal umsita stuðulsjáttanina til film - og endamálið við tí er nettupp at forða fyri, at politikarar blanda seg upp í, hvørjir filmar fáa stuðul, sigur Landsstýrið