Listaárið 2021 – 1. partur

Dagar styttast og tað sama er galdandi fyri árið 2021, ið skjótt er runnið. Tíð er at hyggja afturá hvat vit upplivdu av list hetta tíðarskeiðið og tað er ikki so lítið sum mann kanska kundi trúð

Kinna Poulsen
17. desember 2021 kl. 17:08

Nýlig harmaljóð frá tónleikarum og øðrum framførandi listafólkum umframt LISA um ómøguligar liviumstøður orsakað av koronaavmarkingunum og harav fylgjandi avlýsingum eru eitt neyvt ekkó av støðuni um somu tíð í fjør.

Hetta gjørdist eitt nógv longri og seigari pandemitíðarskeið enn vit høvdu væntað. Í skrivandi stund er samfelagskjakið politiskt. Allastaðni tosa fólk um politikk. Í bussinum, í Keypsamtøkuni, í lærarastovuni, á Facebook og so framvegis. Hetta er í kjalarvørrinum av 2. viðgerð av málinum um sammøður.

Í Danmark er eisini alt á gosi, tí ein fyrrverandi ministari er dømd at sita tveir mánaðar í fongsul. Í kjakinum av báðum hesum málunum sæst eitt ávíst lyndi til ein heldur foreinklandi hugsunarhátt og argumentatoriskt strámannavirksemi, tá fólk skriva, at málið um sammøður fer at ganga út yvir føroyskar pápar. Tað sama kann sigast um uppáhaldið um, at danska dómsvaldið við sínum dómi av Støjbjerg hevur valt at geva pedofilum abbum frípass til sínar gerningar.

Heilt so einfalt og klikkað er tað jú ikki – í veruleikanum snúgva hesar báðar sera ymisku avgerðirnar seg um at fylgja lóg og samvitsku. Og tað er kanska ikki so galið, at vit eru komin hartil – sjálvandi eiga avtalur at verða hildnar, men avtalur um at parkera etisk mál eru bygdar á sandbotn og kunnu ikki halda. Hetta slagið av kyniskari deponering av egnari sannføring og samvitsku eigur ikki at bera til í okkara løgtingi.

Armslongdarreglan umaftur
 – Íðan, hvat hevur alt hetta við listaárið at gera, spyr forvitni lesarin og svarið er alt.

Politikkur hevur alt at siga eisini fyri listina til dømis í mun til armslongdarregluna, sum aftur í 2021 var problematiserað av tí, at Jenis av Rana valdi at taka ætlaða stuðulin til Skúla Scam og Sælu aftur, tí at innihaldið í hesum filmsverkætlanum sambært hansara egna moralska kodeksi er óhóskandi.

Og so er tað tað við heimild.

Ein ministari hevur rúmar heimildir, men vit hava fingið til vana at fylgja fakligum ráðum innan listastuðul, eitt brot á hesa siðvenju er eitt listfakligt afturstig.

Sangur
Listaárið byrjar á hvørjum ári við Nýggjárskonsertini, sum í ár var koronuskerd uttan kór og áhoyrarar. Av tí, at smittuvandin økist av sangi, hevur kórsangurin sum heild ikki havt góðar umstøður undir farsóttini.

Kortini avgjørdi Kórsamband Føroya at kórsangur skuldi vera á ólavsøku við kravi um, at sangarar skuldu skráseta seg og frammanundan vera koppsettir og kannaðir. Tað spældi alt væl av, bæði sangur á Tinghúsvøllinum og hugni á Tinganesi.

Í ár var Bernharður Wilkinson kórleiðari á Tinghúsvøllinum og sami dugnaligi maður dirigeraði eisini Føroya Symfoniorkestur í teirri væl framførdu og framleiddu Nýggjárskonsertini, sum vit sóu í sjónvarpinum.

Listaheiður og -íløgur
Síðan var tað Mentanarvirðislønarhandanin, sum í ár fór fram í Løkshøll og eisini varð sjónvarpað út í stovurnar. Myndlistakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina 2020 við teirri grundgeving, at ”hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning, sum sigur søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi..”.

Sangarinnan, Birita Poulsen fekk ta virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum í tíðindaskrivinum verður nevnd ”serstaka virðislønin”. Birita Poulsen er av sonnum bæði ung og dugnalig - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum.

Fyri byggilistarligu avrik, sum á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Í mars vóru starvslønir frá Mentanargrunninum kunngjørdar, tá gjørdist greitt, at Jóhan Martin Christiansen (myndlist) og Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir) fingu eitt ár í part, meðan Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað), Hanni Julius Bjartalíð (myndlist), Katrina í Geil (bókmentir), Kim Simonsen (bókmentir), Leivur Thomsen (tónlist), Magni Husgaard (tón- og ljóðlist), Mikael Blak (tónlist), Randi Samsonsen (myndlist) og Sakaris Fríði Stórá (filmslist) fingu eitt hálvt ár í part.

Og Sakaris Fríði Stórá var eisini millum tey trý listafólkini, sum fingu listafólkaløn í trý ár. Aftrat honum vóru Anna Katrin Ø. Egilstrøð (tónlist) og Maritu Dalsgaard (pallist).

Listaframsýningar
Fleiri listaframsýningar vóru millum annað í Klaksvík og í Havn, tó at onkur mátti avlýsast vegna koronu millum annað tann hjá Tóroddi Poulsen í Perluni. Í januar læt framsýningin Orðið er ógreitt, myndin er klár við málningum og prentum hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti.

Seinastu mongu árini er litografi vorðin ein so týdningarmikil partur av listarligu prosessini hjá Hansinu Iversen, at hennara málningar ávirkast av tí í bygnaði við fleiri løgum, sum umskarast. Á upplatingini las Carl Jóhan Jensen fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Týðingin kom út í ár og Hansina Iversen myndprýddi útgávuna.

Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen í Steinprenti, Industrial Bondage, stendur eisini rættiliga klár í minninum. Hann hevur síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu millum annað Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum.

Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini. Jóhan Martin Christiansen hevði tvær sera ymiskar framsýningar í Havn í ár.

Eina við gipsverkum í Víngarðinum og eina við installatiónslist og gips í Steinprenti. Síðstnevnda framsýningin Tell It To My Heart minti um eina stóra konstruktivistiska installatión. Solveig Hanusardóttir Olsen ummælti framsýningina í Dimmalætting og skrivaði, at hon er hugtakandi:

”Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava møguleikan at uppliva slíka avantgarde list í Føroyum. Framsýningin hevur eitt minimalt og industrielt brá, samstundis sum at hon er kensluborin og holdslig. 80-ára huglagi, nýtulkanin av populermentan, tilsipingarnar til ídnaðin eru øll partar av heiminum, sum kagar fram í framsýningini…”.

Í mars var framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Fríða Matras Brekku hevði serframsýning í Víngarðinum millum annað við blómumálningum. Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, meðan blómumálningar kortini kundu góðtakast sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var hóskandi hjá kvinnum at takast við.

Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur – blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar. Yrkjarin og myndlistakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir hevði sína fyrstu framsýning í Víngarðinum við heitinum EG ERI ELDGOSIÐ.

Framsýnt var eitt úrval av tusjmyndum á pappír, sum eru figurativar, dekorativar og sum við sínum bjørtu litum og ævintýrkendu skapum kunnu tykjast góðvarnar ella fittar. Í veruleikanum eru hesar myndir álvarsligar, ekspressivar og enntá daprar í støðum.

Tað var somuleiðis áhugavert at uppliva nýggj verk hjá grafiska listamanninum Mariusi Olsen. Hann hevði framsýning í Steinprenti og gjørdi ársins gávuprent til limirnar í áhugafelagnum Steinbrá.

Framúr Summarframsýning í NLH
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, Species var ein tann mest spennandi listaframsýningin í Føroyum í ár við teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, til dømis vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019.

Tey kalla seg nabbteeri, teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (til dømis høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.).

Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar.

Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki.

Norðurlendskar virðislønir
Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár var yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger við yrkingum, sum bæði snúgva seg um lív og list, skrivaðar við einum serligum neyvt sansandi, poetiskt búnum tóna, sum vit longu nú í útgávu nummar tvey hjá yrkjaranum kenna aftur sum eyðkendan fyri hennara skrivihátt.

Seinni í ár varð kunngjørt, at grønlendski rithøvundurin, Niviaq Korneliussen vann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína sosialrealistisku og aktivistisku bók um sjálvmorð millum ung í Grønlandi, Blomsterdalen.

Bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs var í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Bókin tematiserar aktuel evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. 

Svenski rithøvundurin, Elin Persson fekk virðislønina fyri sína ungdómsbók, "De afghanska sönerna". Virðislønarhandanin varð send í sjónvarpinum, her hoyrdu vit, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Hana hevur hon av sonnum uppiborið fyri sítt framúrskarandi tónleikaavrik.

Í grundgeving varð sagt, at hon er ein gudaborin tónleikari við eini vakrari rødd, sum við síni alfevnandi nærveru á palli hevur hugtikið tónleikaáhugað kring allan heim.

Leiklist
Leiklistarliga bjóðaði árið uppá tveir leikir og enn eina umplasering av Tjóðpalli Føroya, sum er heimsins mest ófriðarligi bygningur, ið nú eftir øllum at døma skal staðsetast á Bursatanga. Hetta fekk eina ikki so øgiliga spenta viðmerking frá yvirritaðu á Listaportalinum:

”Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005, hesi sekstan árini hava vit upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, Heðin avdúkaði, hvítvín varð drukkið, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilarnar. Leiklistastríðið varar við í føroyska leiklistaumhvørvinum. Á einari síðu er leiklistabólkurin Tvazz, sum setti upp leikin Ó Søgur um djevulskap við støði í kendu skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum plagdi at vera intellektuell lakmusroynd í heimliga dunnugarðinum. Høgni Djurhuus ummælti leikin í Nón og var sjáldsama hugtikin. Ummælið fekk yvirskriftina Eitt megnar avrik. Tjóðpallurin framførdi nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið, sum eg í ummæli metti at vera listarliga viðkomandi: ”Tá leikararnir spæla við marionettdukkur fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina…”

Filmur
Alt árið spenti Filmsfelagið seg út við góðum filmssýningum, millum annað vísti felagið nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda, sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis. Filmurin er ein filmur um ein film og tá talan er um ein tann týdningarmesta og mest sædda listafilmin í Føroyum, Svartur Sannleiki frá 1999, so var hetta ein sera forvitnislig verkætlan.

Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, til dømis tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála.

Ein av teimum mest umrøddu og róstu filmunum í ár er annars tann lítla perlan, Skál, sum Maria Tórgarð og Cecilie Debell leikstjórnaðu. Skál er samnevndur við yrkingasavnið Skál, og snýr seg um yrkjaran, Daniu O.Tausen, sum er flutt úr einum umhvørvi í ann.

Filmurin snýr seg um ungdóms avbjóðingar um at finna seg sjálva, royna mørk og um at finna eina javnvág millum uppvøkstur og tað nýggja. Tað besta við filminum er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar.

Sum hyggjari verður tú góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur ein serstakliga áhugaverdan film.