List til eitt vist

Skulu listafólk hava útbúgving fyri at kalla seg listafólk? Hava vit tørv á listaummælarum? Hvussu gera vit umstøðurnar betri hjá føroyskum listafólki? Hetta og nógv annað fara vit at kjakast um í Perluni fríggjakvøldið 19. august klokkan 20

Tíðindaskriv
16. august 2022 kl. 10:23

Í mong ár hava føroysk listafólk eftirlýst ein pall til listina. Ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Hetta verður nú gjørligt við afturvendandi tiltakinum “List til eitt vist”, og byrjað verður nú fríggjakvøldið í Perluni í Havn.

Fyrsta tiltakið er soleiðis skipað, at tað verður ein stutt framløga um gøtulist. Síðani verður listakjak, har eitt panel kjakast um alt frá ummælum til samtíðarlist í Føroyum. Eisini er møguligt hjá áhoyrarum at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Hesi fýra manna panelið í fyrsta listatiltakinum:
- Jón Sonni Jensen: Kurator, útbúgvin innan myndlist og drúgvar royndir í alskyns listanevndum
- Bárður Dal Christiansen: Kurator, arkitektur, listamaður og formaður í Føroysk Myndlistafólk
- Guðrið Poulsen: Útbúgvin keramikari, drúgvar royndir innan listaheimin í Føroyum og hevur havt nógvar altjóða framsýningar
- Birgir Kruse: Virðisløntur mentanarviðmerkjari og –eygleiðari og bloggari

Óluva Zachariasen, journalistur, er orðstýrari.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.