Høvundurin, sum skrivaði »Færø Blues Trilogien« er nú klár við nýggjum søgum úr Føroyum. í hesum sambandi hevur hon givið út stuttsøgusavnið, »Sonate for sorgfulde hjerter«, sum umframt søgur úr Føroyum, eisini hevur søgur úr Íslandi og Norðurnoregi.
Høvundurin sjálvur sigur, at hetta er eitt søgusavn, sum fagnar lívinum og kærleikanum. Hetta eru sjey samantvinnaðar søgur úr Norðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa avgerandi týdning.
Lisbeth Nebelong er fødd 1955 og tá ið hon var barn og ung, búði hin í Havn í trý ár. Hon royndi seg fyrstu ferð sum rithøvund í 2003 við »Når engle spiller Mozart«. Í 2008 kom »Færøblues«, í 2014 «Møde i mol«, og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki sum »Færø Blues Trilogien«.
Siðai 2010 hevur Lisbeth eisini skrivað ferðabøkurnar «Turen går til Færøerne«.
Í hesum døgum, til tann 29. apríl, er Lisbeth Nebelong á rundferð í Føroyum og leggur nýggju bókina fram í bókhandlum, bókasøvnum og kaffistovum kring landið.