Tann 7. august andaðist Lisbeth L. Petersen, undangongukvinna og
fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, løgtingskvinna, borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu og fólkatingskvinna, 85 ára gomul.
Lisbeth L. Petersen var bæði ein undangongukvinna og ein merkiskvinna.
Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og
landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska
kvinnan at røkja álitsstarvið.
Lisbeth stillaði upp fyrstu ferð og varð vald í býráðið í Tórshavnar
kommunu í 1984. Hetta var ein søgulig hending, tí tað var fyrstu ferð,
at ein kvinna varð fólkavald at umboða Sambandsflokkin. Hon fekk í boði
at verða vald til borgarstjóra, men valdi í staðin at vera
varaborgarstjóri og forkvinna í sosialu nevnd. Eftir býráðsvalið í 1992
skrivaði Lisbeth L. Petersen aftur politiska søgu, tá hon sum fyrsta
kvinna nakrantíð varð vald til borgarstjóra í størstu kommunu í
landinum, Tórshavnar kommunu. Lisbeth var vældámd sum borgarstjóri. Við
henni á odda fekk Sambandsflokkurin sítt besta val nakrantíð á
kommununalvalinum í Havn í 1996.
Eisini í landspolitikki hevur Lisbeth L. Petersen skrivað politiska
søgu. Hon varð vald á løgting í 1990 og sat á tingi í 18 ár, til 2008,
tá hon ikki stillaði upp aftur. Á heysti í 1994 stóð tað henni í boði at
gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Í 2001 – 2004 var Lisbeth vald til
forkvinnu í Sambandsflokkinum. Hon er fyrsta- og higartil einasta
forkvinna í Sambandsflokkinum. Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, og
Sambandsflokkurin við Lisbeth L. Petersen á odda vann stórsigur. Á
løgtingsvalinum 2004 hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti
støðuna sum størsti flokkur. Dagin eftir boðaði Lisbeth L. Petersen frá,
at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Á løgtingi hevur Lisbeth havt
eina røð av álitssessum. Eitt, sum altíð hevur eyðkent Lisbeth í
politikki, er áhugin fyri sosiala økinum og javnstøðu millum kvinnur og
menn. Lisbeth hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.
Lisbeth L. Petersen var fyrsta føroyska kvinna, sum varð vald á
fólkating. Hon sat á fólkatingi í árunum 2001 – 2005.
Lisbeth L. Petersen hevur havt álitssessir bæði í Kvinnufelagnum í Havn
og í KSF (Kvinnufelagasamskipan Føroya). Hon var virkin í
Kvinnutingunum, sum vórðu hildin til tess at fáa kvinnur virknar í
politikki. Tað arbeiðið, sum Lisbeth saman við øðrum hevur lagt eftir
seg í hesum felagsskapum, hevur havt sera stóran týdning. Somuleiðis
hevur hetta verið við til at leggja lunnar undir støðuga arbeiðið at
fremja javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum.
Lisbeth L. Petersen er ein av fáu føroyingum, sum hava fingið heiðurin
at vera riddari av Dannebrog.
Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon
hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum
kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum kvinna í politikki
í Føroyum.
Kvinnufelagið í Havn