Lions Suðuroy latið stuðul til Team Rynkeby

Kekkurin varð handaður uttan fyri felagshúsið í Hovi

Einir 100 Rynkeby súkklarar løgdu leiðina fram við felagsjúsinum hjá Lions Suðuroy
Tíðindaskriv
29. mai 2024 kl. 10:30

Nú nærkast tíðin tá ið eyðkendu, gul-klæddu súkklararnir í Team Rynkeby aftur fara at súkkla til París á sínum gulu súkklum. 

Endamálið við túrunum er at samla pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er ein grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin.

Eyðvitað krevur ein slíkur túrur nógva venjing og og í tí sambandi er súkklarar frá Team Rynkeby mangan at síggja á venjingarferðum á vegunum kring landið.

Síðsta vikuskiftið gekk leiðin til Suðuroyar har tey vitjaðu í flestu bygdum, og á ferðini løgdu tey eisini leiðina fram við felagshúsinum í hjá Lions Suðuroy í Hovi.

Á ferðini í Suðuroy vóru eisini súkklarar úr Team Rynkeby í Danmark við.

Lions Suðuroy hevur stuðlað Teym Rynkeby í fleiri umførum og avgerð er eisini tikin um at stuðla teimum í ár.

Í hesum sambandi fingu tey ein kekk upp á 25.000 krónur frá Lions Suðuroy og kekkurin varð handaður teimum uttan fyri felagshúsið í Hovi.

Finn Danberg frá Team Rynkeby, Føroyar, vinstrumegin, tekur ímóti kekkininum frá Jens Peturi Brattalíð, forseta í Lions Suðuroy