Lionel Messi fær kendan landsmann sum venjara í Miami

Lionel Messi skal spæla fyri amerikanska Inter Miami undir leiðslu av landsmanni og fyrrverandi venjara

Ragnar Sjúrðarson
29. juni 2023 kl. 18:00

MLS liðið hevur sett Gerardo Martino sum venjara, upplýsir felagið á síni heimasíðu.

Argentinarin var venjari hjá FC Barcelona árini 2013 og 2014 og argentinskur landsliðsvenjari árini 2015 og 2016.

Amerikanska fótbóltsdeildin er heldur ikki nýggj fyri 60 ára gamla Martino, sum sat við róðrið hjá Atlanta United frá 2016 til 2018.

Seinastu tíðina hevur Gerardo Martino verið landsliðsvenjari hjá Mexico.

Í eini samrøðu eftir seinasta bólkadystin í HM í Qatar í fjør, har Mexico ikki megnaði at spæla seg víðari, boðaði Martino frá, at hann gavst sum landsliðsvenjari.

Lionel Messi, sum mangan er kosin besti fótbóltsspælari í heiminum, boðaði tíðiliga í juni frá, at hann fór at skifta til Miami eftir at sáttmálin var liðugur við PSG.

Hann er enn í gongd við at fáa tað síðsta upp á pláss við franska stórfelagið, áðrenn hann kann fara í Inter Miami troyggjuna.

Inter Miami hevur verið ein partur av MLS síðan 2020 og eg millum annað átt og rikið av David Beckham.