Filmurin "Línumenn", sum varð vístur í Atlantis í Torravikuni, verður vístur aftur leygardagin og sunnudagin.
Filmurin varð sýndur fleiri ferðir í júst farnu Torravikuni, og hann var bæði vælumtóktur og eftirspurdur. Fleiri av sýningunum vóru útseldar, og tí hava fyrireikararnr sett hann á skrá aftur komandi vikuskifti - leygardagin 3. og sunnudagin 4. mars.
Sýningarnar vera: leygardagin 3. mars kl. 15 og sunnudagin 4. mars kl. 16.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atlantis.fo ella við dyrnar. Til ber eisini at bíleggja á tlf.: 226908
Um filmin "Línumenn"
Zacharias Hammer hevur gjørt filmin, sum er góðar tveir tímar langur.
Fleiri menn siga part av síni søgu, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju
línuskipum, sum avloystu sluppirnar.
Filmurin er flættaður saman við nógvum persónligum søgum og frásagnum, sum hesir menn minnast og siga frá. Áhugavert at hoyra teir siga frá hví teir valdu sjólivið og vóru nærum smádreingir, tá teir fóru longu leiðini vestur um hav - til Ný Foundlands og Grønland.
Nógvur góður tónleikur er í filminum, tónleikur teir keyptu í Ný Foundlandi - einamest country. Teir komu við hesum tónleiki til Føroyar, og fleiri teirra verða enn nógv spældir.