Linda Klein skal samskipa Føroyaleikirnar í 2024
ÍSF hevur sett Lindu Klein í starv sum samskipara til Føroyaleikir 2024
Ragnar Sjúrðarson
17. juni 2023 kl. 13:00
Linda er 28 ára gomul, ættað úr havn og varð í januar 2023 útbúgvin innan Sport Management á UCN í Aalborg.
Afturat hesum starvinum, loysir Linda aðrar uppgávur fyri ÍSF og skal hon nú samskipa komandi Føroyaleikirnar. Hetta skrivar Ítróttasamband Føroya á Facebook.
Linda hevur altíð verið virkin innan ymiskan ítrótt og dámar væl umhvørvið.
“Eg trívist væl í einum livandi umhvørvið har uppgávur og fólk eru ymisk, og havi eg sagt ja til hesa uppgávuna, tí ítróttaumhvørvið gevur meir enn tað krevur – alt ber til og øll kunnu vera við.”
Linda byrjaði í starvinum 1 apríl 2023.