Ongi úrslit

Linda Evangelista "vanskeplað" av vakurleikaviðgerð

Ein roynd at "frysta" feitt fekk øvugta ávirkan, og fyrrverandi supermodellin sigur seg nú vera vanskeplaða.

Steinar Patursson
17 tímar síðan

Supermodellin Linda Evanglista hevur nú boðað frá, at hon vorðin vanskeplað í einari roynd at sleppa av við eitt sindur av kropsfita.

Á instagram hevur Linda Evangelista boðað sínum fylgjarum frá, at ein roynd við at frysta kropsfeitt – sokallað CoolSculpting viðgerð – fekk óvæntaðar fylgir, og at kroppur hennara hevur fingið heilt aðra og ”vanskeplaða” útsjónd.

56 ára gamla Evangelista taldist millum størstu supermodellirnar í 1990’num saman við millum annað Naomi Campbell og Kate Moss, og millum annað var Evangelista eisini í videolagnum hjá George Michael fyri Freedom.

Men Evangelista hevur seinastu fimm árini hildið seg fyri seg sjálva. Evangelista greiðir eisini frá, at hon hevur stríðst við tunglyndi og sjálvshatur orsakað av miseydnaðu vakurleikaproseduruni.

- Eg eri, sum miðlarnir hava kallað tað, ikki til at kenna aftur, sigur Evangelista, sum sigur seg hava fingið tað, ið kallast Paradoxical Adipose Hyperplasia av viðgerðini.

Sambært Evangelista merkir hetta, at viðgerðin hevur í grundini havt øvugt árin enn ætlaðu, og at kroppurin hevur fingið størri – heldur enn minni – feittkyknur.

Sambært BBC hevur Linda Evangelista ætlanir um at leggja sak móti felagnum Allergan, ið stóð fyri viðgerini.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

So er eingin samgonga longur

21 tímar síðan

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

17 tímar síðan