Tá myndir av líkum á gøtuni í Butja í Ukraina komu fram í vikuskiftinum – har summi høvdu hendurnar bundnar aftur um bak, nøkur við skotsárum – noktaðu russar, at teir høvdu nakað við hetta at gera.
Russar søgdu hinvegin, at ukrainar høvdu pallsett morðini á sivilfólkini í Butja, eftir at russisku herdeildirnar fóru úr býnum 30. mars og kravdu, at trygdarráðið í ST skuldi kallast saman at umrøða hesa hending.
Men nú vísir ein gjøgnumgongd av videobrotum og fylgissveinamyndum, sum New York Times hevur arbeitt við, at nógv sivilfólk í Butja longu vórðu dripin fyri meira enn trimum vikum síðan, tá russiski herurin hevur valdið í býnum.
Á hesari fylgissveinamyndini frá 19. mars síggjast lík í Butja (Kelda: Maxar Technologies)
Fylgissveinamyndir, sum New York Times hevur fingið frá Maxar Technologies vísa, at minst 11 lík hava ligið á gøtunum í Butja síðan 11. mars, tá russar høvdu hertikið býin.
Fyri at vátta, nær líkini komu til sjóndar og nær hesi sivilfólk vórðu dripin, gjørdi Visial Investigations-toymið hjá The Times eina fyrr-og-eftir-greining av fylgissveinamyndunum, ið vísa, at teir fyrstu myrku lutirnir, sum eru av somu stødd sum ein mannakroppur, vóru at síggja í Yablonskagøtuni í Butja millum 9. og 11. mars. Lutirnir verða so samanbornir við líkini, sum myndir frá 2. apríl vísa, tá ukrainar tóku býin aftur. Aðrar myndagreiningar vísa, at hesir lutir, á stødd við mannakroppar, høvdu ligið har í yvir tríggjar vikur.
Ein neyvari gjøgnumgongd av tilfarinum kann lesast á heimasíðuni hjá New York Times HER.
Meira enn 400 lík av sivilfólki eru funnin í Butja, eftir at ukrainski herurin hevur hertikið býin aftur. (Mynd: EPA-EFE)