Løgreglan hevði ikki sørt at gera í sambandi við ferðsluna í gjár. Beint fyri døgurða í gjár tóku teir ein bilførara, sum koyrdi heili 123 kilometrar ígjøgnum Vágatunnilin. Hann fær bót, og liggur eisini á markinum til at missa koyrikortið treytað, so at hann má upp til nýggja koyriroynd.
Í gjár fekk løgreglan eisini eina heldur sermerkta uppgávu. Fólk ringdu inn at boða frá, at ein bilur hevði staðið í tómgongd í fleiri tímar. Løgreglan fór á staðið og tók lyklarnar úr bilinum. Tey vita ikki, hvar er hent, men nú tíðliga í morgun, hevur eigarin framvegis ikki verið á støðini eftir lyklunum.
Fólk ringdu eisini til løgregluna at boða frá, at tað var sera hált í rundkoyringini á Rókini á Saltnesi og at tað kundi vera til ampa, serliga fyri fólk á súkklu. Har varð staðfest, at olja var á vegnum, so tað varð vaskað av. Men tey vita ikki, hvaðani hon stavar.
Ein bilførari varð tikin fyri ikki at brúka trygdarbelti og ein er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av føraranum og úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.
Og so varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at onkur hevði koyrt á prutli á eini gongugøtu, har tað er ikki loyvt at koyra prutl. Tey fingu eisini nummarplátuna, so tað var skjótt at tey funnu eigari. Tað var sonurin í húsinum, sum hevði koyrt og foreldrini skulu taka eitt prát við hann.