Liggja við springarum uttan fyri Eystnes
Støða er ikki tikin til um teir verða hildnir til
Áki Bertholdsen
7. september 2024 kl. 09:34
Í morgin var boða frá, at ein flokkur av springarum lá uttan fyri Eystnes. Tað er óvist, hvussu stórur flokkurin er, men ein bátur er hjá teimum, og nú er flokkurin farin eitt sindur norðureftir og liggur uttan fyri Æðuvík.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tey eru farin at kanna málið, hvussu stórur flokkurin mann vera og so víðari, so enn er støða ikki tikin til um teir verða hildnir til. Men verða teir hildnir til, verður tað á Skálafjørðinum.
Eisini í gjár varð boðað frá springarum uttan fyri Skarðshjalla norðan fyri Hvítanes men tað vísti seg at vera nýsur, so tað gjørdu tey einki við.