Liðformaðurin er royndasti maður á liðnum

Tríggir av teimum ellivu á vøllinum hava umboðað føðilandið fleiri enn 50 ferðir

Jóannes Hansen
24. mars 2023 kl. 19:26

Føroyska landsliðið fyrireikar seg at fara á Zimbru leikvøllin í moldoviska høvuðsstaðnum Chisinau, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.45.

Dómarakvartettin er út Skotlandi.

Í føroyska hópinum eru fimm spælarar, sum hava verið á landsliðnum 50 ferðir ella oftari enn so. Tveir av hesum eru ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Teir eru Rógvi Baldvinsson, sum hevur  spælt 50 landsdystir og Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur verið 60 ferðir á landsliðnum.

Tann á liðnum, sum hevur verið oftast á landsliðnum, er liðformaðurin Viljormur Davidsen, sum hevur umboðað Føroyar 64 ferðir. Hinir, sum hava verið á landsliðnum fleiri enn hálvthundrað ferðir, eru Sølvi Vatnhamar (62) og Klæmint A. Olsen (54).

Føroyska liðið er í 4 – 4 – 2 uppstilling, og tað er mannað soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við. Málverjin Mattias H. Lamhauge hevur áður spælt tveir vinardystir. Í kvøld verjir hann fyri fyrstu ferð føroyska málið í undankappingardysti.

 

Moldova – Føroyar kl. 19.45

Dómarabólkur úr Skotlandi: Nicholas Walsh, Graeme Stewart, Calum Spence og Alan Muir (4. dómari)

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René S. Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Bo Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti V. Mørk, Gilli Rólantsson Sørensen, Hanus Sørensen, Daniel Johansen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney, Ári Mohr Jónsson, Stefan Radosavljevic, Páll A. Klettskarð, Pætur J. Petersen