Libanon ynskir hjálp frá Interpol

Libanon hevur heitt á Interpol um at handtaka russiska skiparan og eigaran av skipinum, ið førdi lastina av ammoniumnitrati til Beirut

Sigurjón Einarsson
6. oktober 2020 kl. 07:50

Libanska tíðindastovan, NNA, sigur frá, at almennur ákæri í Libanon hevur spurt Interpol um at handtaka tveir russar eftir boðum, sum fylgju av spreingingini tann 4. august, ið drap nærum 200 fólk, sáraði fleiri túsund og legði stórar partar av Beirut í oyði.

Orsøkin til spreingingina vóru nærum 3000 tons av ammoniumnitrati, sum bæði verður nýtt til kunsttøð, men eisini sum spreingievni, var goymt undir vánaligum umstøðum í einum goymslubygningi á havnini í Beirut í fleiri ár.

Mangir spurningar eru enn eftir at svara, hví og hvussu lastin varð skipað upp í Beirut.

Næstan 20 fólk eru  handtikin í Libanon eftir spreingingina – harímillum fólk frá tollvaldinum og onnur fólk við tilknýti til havnina.

Skipið, ið var skrásett í Moldova og skuldi sigla frá Georgia til Mosambik, sigldi brádliga ein umveg og endaði í Beirut afturi í 2013.

NNA nevnir ikki nøvnini á teimum báðum eftirlýstu, men skiparin á hesum túrinum var russiski Boris Prokoshev, meðan eigarin, eisini ein russari, var Igor Grechushkin.

Skipið, The Rhosus, fór ongantíð víðari úr Beirut vegna ósemju um havnagjald og viðlíkahald av skipinum.

Í oktober 2014 varð ammoniumnitratið flutt í ein goymslubygning á havnini í Beirut, har tað bleiv liggjandi inntil spreingingina.

Skipið sakk nær við havnina í februar 2018.

Kelda: Reuters