LGBT Føroyar: Vit eru ikki partur av Minnilutafilmsfestivalinum

Tað harmar LGBT Føroyar, at illviljin, sum Havnar Bio hevur mótvegis LGBT Føroyar og teirra søk, skal ganga útyvir tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum fólkini handan Minnilutafilmsfestivalin hava gjørt

Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 12:05

Tað er fallið LGBT Føroyar fyri bróstið, at annar eigarin í Havnar Bio í grein á in.fo vil vera við, at Faroe Pride hevur roynt at koma inn í Havnar Bio við einum tiltaki. LGBT Føroyar sigur seg skipa fyri Faroe Pride, og hava ikki verið í sambandi við Havnar Bio um nakað yvirhøvur.

– Vit hava ongar ætlanir havt um nakað, sum hevur við Havnar Bio at gera, og tí undrar tað okkum, at eigarin av Havnar Bio sigur hetta. Vit hava ongan hug at trokað okkum inn nakranstaðni, har vit ikki eru vælkomin, sigur LGBT Føroyar í einum tíðindaskrivi.

LGBT Føroyar sigur, at tað einasta felagsskapurin hevur gjørt, er at gera eina felags skrá saman við Minnilutafilmsfestivalinum yvir alt, sum fer fram 27. juli, tá Faroe Pride er á skránni, har ein sýning hjá Minnilutafilmsfestivalinum varð orðað sum ein Pride sýning.

– Havnar Bio helt tað verða ov nógv fyri seg at verða nevnt í somu skrá sum Faroe Pride og LGBT Føroyar og hevur tískil slitið samstarvið við FIMFF (Minnilutafilmsfestivalin, red.), skrivar LGBT Føroyar.

LGBT Føroyar er ikki partur av Minnilutafilmsfestivalinum, og tí harmar tað okkum, at illviljin, sum Havnar Bio hevur mótvegis LGBT Føroyar og teirra søk, skal ganga útyvir tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum fólkini handan Minnilutafilmsfestivalin hava gjørt í áravís.

LGBT Føroyar heitir samstundis á øll, sum vilja stuðla teirra søk, um at stuðla Minnilutafilmsfestivalinum og fara til sýningarnar hjá teimum í Perluni, stendur millum annað at lesa í tíðindaskrivi, sum LGBT Føroyar hevur sent miðlunum.