Talið tilburðum av apupokum er vaksandi í Danmark. Hesa vikuna er talið av tilburðum farið uppum 100. Í síðstu viku vóru 81 tilburðir av apupokum staðfestir í Danmark.
Hetta er ein hækkan, ið LGBT+Danmark stúrir fyri. Higartil hevur tað víst seg, at smittan serliga er at finna millum samkyndar menn.
LGBT+Danmark heitir tískil á landsins myndugleikar um at bjóða út vaksinu til allar samkyndar menn. Hesin leisturin verður millum annað brúktur í Týsklandi. Í løtuni verður vaksinan móti apupokum bert latin teimum, ið hava verið í tøttum sambandi við ein smittaðan.
Í tíðindaskrivi hjá LGBT+Danmark skriva tey, at talan er um eitt viðkvæmt evni, tí júst samkyndir menn vóru stigmatiseraðir og hildnir fyri spott undir aids-farsóttini.
- Hesin bólkurin er søguliga sæð vorðin ógvuliga stigmatiseraður og eyðmýktur undir aids-farsóttini í 1980’inum og 1990’inum. Teir vóru heldur ikki tiknir í nóg stóran álvara av heilsuverkinum tá, tí sjúkan bert smittaði millum tvíkyndar og samkyndar menn, sigur Susanne Branner Jespersen, ið er avgreiðslustjóri í LGBT+Danmark, við danska Kringvarpið.
Í næstum verður árliga pride’in hjá LGBT+Danmark í danska høvðusstaðnum, har væntað verður at fleiri samkyndir menn vera. Hesum óttast avgreiðslustjóri í LGBT+Danmark fyri.
- Við tí smittuvøkstrinum, sum vit síggja í løtuni, eru vit stúrin um enn meir smittu – serliga tætt upp undir pride’ina í Keypmannahavn. Tískil snýr tað seg um at bjóða eina fyribyrgjandi vaksinu út til menn, ið hava samlegu við øðrum monnum, so skjótt sum til ber, sigur Susanne Branner Jespersen, avgreiðslustjóri í LGBT+Danmark.
Varastjórin í danska heilsustýrinum, Helene Probst, sigur við danska Kringvarpið, at heilsustýrið í kjalarvørrinum av vaksandi tilburðum av apupokum, í løtuni er í holt við at endurskoða teirra vaksinuætlan.
Eisini í USA er talið av apupokum vaksandi. USA hevur í dag lýst útbrotið av apupokum í landinum sum eina landsheilsukreppu. Henda kunngerðin kemur í kjalarvørrinum av, at heimsheilsustovnurin, WHO, fyri tveimum vikum síðani lýsti útbrotið av apupokum sum eina altjóða heilsukreppu.
Í gjár vóru nærum 7.000 tilburðir av apupokum staðfestir í USA. Amerikanski tíðindamiðilin, New York Times, skrivar, at meir 99 prosent av tilburðunum eru samkyndir menn.