Leyvukongurin: Ein fantastisk uppliving

Tað skal ómetaliga stórt dirvi til at taka á seg at seta heimskenda teknifilmin á pall sum sangleik. Tað hevur sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla tó gjørt, og tað hevur verið ein risauppliving. Ikki bara fyri teir millum trý og fýra túsund áskoðararnar, sum hava brúkt høvið til at síggja leikin. Eisini teir 45 næmingarnir hava fingið eina uppliving fyri lívi

Orð og myndir: Sveinur Tróndarson
16. apríl 2021 kl. 19:54

- Pumbaa, tað oytur ikki støøøv á føroyskum. Tað oytur dust!

Øll, sum hava sæð heimskenda teknifilmin Lion King, vita, at teir báðir, Timon og Pumbaa, markøtturin og finnusvíni, hava leiklutin sum teir skemtiligu í teknifilminum, meðan øll hini, Mufasa, Scar, Simba, Nala, Rafiki og Zazu hava teir meira álvarsligu leiklutirnar, og soleiðis er eisini í sangleikinum, sum sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla hevur sett upp á beinini.

Teir báðir knorlarnir fáa eisini, við síni týðiligu dialekt, fólk at flenna, ikki tí at so stórur tørvur er á tí fyri at fáa tíðina at ganga. Tí teir báðir tímarnir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði flugu avstað.

Eitt bragd
Nú er tað eitt sindur soleiðis at skula ummæla ein leik, tá framførslan av honum er enda – ella er um at enda.

Seinastu sýningarnar av leikinum vóru í kvøld, fríggjakvøldið, og tá hava leikararnir havt umleið 30 sýningar av leikinum fyri millum 3.000 og 4.000 áskoðarum.

Og lat tað bara vera sagt beinanvegin, at tey sum hava verið og hugt hava fingið fullan valuta og væl tað fyri tær fáu krónurnar, sum hendan upplivingin kostar. Tí talan er veruliga um ein kanónleik. Eina megnar framførslu og eitt risa avrik av teimum 16 ára gomlu.

Tí talan er ikki bara um ein leik, sum tey spæla. Talan er eisini um tey, sum stýra “showinum” aftanfyri og tónleikararnar, sum allir eru blaðungir.

Alt spælir sum ein stór og væl samansjóða heild, har øll vita, hvør teirra leiklutur er.

Flottir búnar
Ein spurningur, sum bleiv svaraður, tá leikurin byrjaði, var, hvussu tey høvdu avgreitt teir ymisku figurarnar í filminum.

Og akkurát tað var ein framúrskarandi og livandi loysn. Eitt dømi um tað eru hýenurnar, Timon og Pumbaa, sum eru sum búktalaradukkur. Tey hava ikki roynt at krógva nakað sum helst, tí tað er sjónligt, hvussu tingini hanga saman, tá hýenuhøddini næstan sita niðri á gólvinum, meðan leikararnir dansa, og Timon og Pumbaa eru púra sjónligir í teirra figurum, tá teir ganga á pallinum.

Men kortini er tað sum at tað eigur at vera akkurát so.

Góð blanding av enskum og føroyskum
Men hvussu ger tú Lion King til Leyvukongin. Umsetur tú allan tekstin til føroyskt ella hvussu ger man?

Har hava tey valt ein snildan millumveg, har nakrir sangir eru umsettir og aðrir ikki. Hetta gevur eina øgiliga góða heildaruppliving, tí tað sum skal vera á føroyskum, teksturin í leikinum, er, og so fært tú eitt bland av enskum og føroyskum sangi.

Í hesi stuttu umrøðuni av leikinum skal ikki komast nærri inn á so nógv, her skal bara takast samanum og staðfestast, at talan var um eina heilt einastandandi uppliving, sum Bárður á Lakjuni, Marjun Djurhuus og teir umleið 45 næmingarnir hava stáplað upp á beinini.

Tit hava øll orsøk til at vera errin av tykkum sjálvum, tí skuldi ein skúlakarakterur gevast fyri hetta avrikið, so var tað 12 – við píli uppeftir. Bæði til næmingar og lærarar…

Tí hetta var flott. Hetta var heilt einastandandi flott!

Eitt meira nágreiniligt ummæli vera at síggja í næstu útgávu av Dimmalætting.