Leyslatin aftur eftir hóttanir í Nólsoy

Løgreglan hevur skuldsett tveir mans hóttanir og grovan harðskap á Ovastevnu

Áki Bertholdsen
20. august 2024 kl. 07:51

Um vikuskiftið var ovastevna í Nólsoy og tað hevur elvt løgregluni til nakað av arbeiði. Tveir mans eru nevniliga skuldsettir fyri hóttanir og grovan harðskap á ovastevnuni.

Annar maðurin, sum varð tikin, varð settur í brummuna tíðliga sunnumorgunin, tí støða skuldi takast til um hann skuldi førast fyri rættin fyri at fáa hann varðhaldsfongslaðan í nakrar vikur ímeðan málið verður kannað.

Men løgreglan sigur, at avgerð varð tikin um at hann skuldi ikki førast fyri rættin og tí varð hann leyslatin aftur út á dagin sunnudagin.

Báðir tilburðnir fóru fram um fýra tíðina sunnumorgunin.

Í tí eina førinum varð ringt til løgregluna at melda harðskap. Men tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan er um grovan harðskap, har ein maður hevur fingið skaða í andlitið og mátti undir læknahond.

Talan er eisini um hóttanir, har gerningsmaðurin hevði hótt. Tað var kortini bara við orðum, ikki við vápni, men fyri tað er talan um álvarsmál. Ein maður er skuldsettur í tí málinum.

Hitt málið var eitt sindur sermerkt. tá varð ringt til løgregluna at melda herverk, men eisini tað málið var álvarsligari enn so.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi varð ein maður hóttur við vápni, men løgreglan vil ikki siga meiri um akkurát tað.

Men tá ið løgreglan kom fram, var gerningsmaðurin rýmdur til Havnar við Ternuni. Í Havn stóð løgreglan fyri Ternuni tá ið hon kom, men tá ið maðurin sá tað, gjørdi hann ikki mætari enn at leypa á bláman undan løgregluni.

Løgreglan sigur, at tey máttu senda boð eftir bjargingarbátinum, Rescue Lív fyri at fáa mannin upp aftur. Tað gekk ein løta a fáa hann upp á turt aftur og so varð hann koyrdur í brummuna.

Tað var hendan mannin, tey umhugsaðu at føra hann fyri rættin støða varð so tikin til at lata hann leysan aftur - men hann er framvegis skuldsettur og skal so fyri rættin seinni.