Leysgangandi hundar eru til ampa fyri ruskmenn

Tað kemur fyri, at ruskmenn verða bitnir av hundi, tá teir eru úti og taka rusk. Tórshavnar kommuna og brennistøðin biðja eigarar um at hava hundin í bandi, tá ruskið skal takast

Steinar Patursson
21. juni 2021 kl. 12:50

Kommunala brennistøðin í Havn heitir nú á fólk um at hava hundar inni ella bundnar, tá ruskmenn koma eftir ruskinum, soleiðis at hundar ikki eru til ampa fyri ruskmenninar.

Tað kemur fyri, at ruskmenninir verða bitnir av hundi, sigur John Erik Hansen, leiðari á Brennistøðini.

John Erik Hansen sigur við Dimmalætting, at hóast tað ikki hendir ofta, so hava teir fingið fráboðanir frá IR, ið tekur sær av ruskinnsavningini, at ruskmenn verða bitnir av hundi.

Vanliga tá slíkt kemur fyri, setir Brennistøðin seg í samband við viðkomandi, ið eigur hundin, og ger teimum varug við at at hava hundin í bandi, sum ikki røkkur til ruskspannina. Men í hesum førinum var avgerð tikin um at leggja út eina áheitan á heimasíðuna hjá kommununi, ið skal virka sum felagsáheitan til hundaeigarar í kommununi.

Hóast tað er vanligt aðrastaðni, at hundur kann avlívast, um hann bítur, er ikki so í Føroyum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan er um bót til eigaran, bæði um hundurin gongur leysur, og um hann bítur.

Hundabit er kortini ikki nakað, ið fyllir nógv hjá løgregluni, sigur vakthavandi og leggur aftrat, at tað er ikki vanligt, at løgreglan fær fráboðan frá postboðum, ruskinnsavnarum og øðrum um hundabit.