Leyp í havið í Havn undan løgregluni

Ein maður skuldsettur fyri hóttanir á ovastevnuni í Nólsoy

Boð máttu sendast eftir Rescue Lív fyri at fáa mannin upp aftur. Myndina tók Ingi Sørensen
Áki Bertholdsen
18. august 2024 kl. 09:19

Í gjár og í nátt var ovastevna í Nólsoy, og har mátti løgreglan upp í.

Klokkan fýra í nátt varð løgreglan boðsend til eitt herverk, men táið løgreglan kom fram, vísti tað seg, at málið var álvarsligari enn so.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi varð ein maður hóttur við vápni, men løgreglan vil ikki siga meiri um akkurát tað.

Men tá ið løgreglan kom fram, var gerningsmaðurin rýmdur umborð á Ternuna og var á veg til Havnar.

Løgreglan í Havn stóð fyri Ternuni tá ið hon kom til Havnar og tá ið maðurin sá tað, gjørdi hann ikki mætari enn at leypa í havi undan løgregluni.

Løgreglan sigur, at tey máttu senda boð eftir bjargingarbátinum, Rescue Lív fyri at fáa mannin upp aftur.

So tað gekk ein løta, og tá ið tey fingu hann upp aftur var hann rættiliga kaldur. Men støðan var ikki álvarslig, so hann varð koyrdur í brummuna.

Løgfrøðingarnir hjá løgregluni kanna nú málið, fyri at taka støðu til, um tey vilja hava hann varðhaldsfongslaðan, ella um hann skal leyslatast til málið kemur fyri rættin.