Ongi úrslit

Leygardagin verður matiné í Mariukirkjuni í Havn

Matiné verður í Mariukirkjuni leygardagin 24. juli klokkan 11.30

Tíðindaskriv
23. juli 2021 kl. 21:36

Tað er bratch-leikarin Jákup Lützen, sum fer at spæla. Jákup er føroyingur uppvaksin í Havn. Hann hevur nomið sær kunnleika fyrst á Tórshavnar musikkskúla og síðan á hægri læristovni í Danmark.

Hann starvast nú sum bratch-leikari í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil - áður nevnt Sjællands Symfoniorkester.

Jákup Lützen var kosin sum Ársins einleikari í FMA 2021.

Á skránni leygardagin er tónleikur av Sunleif Rasmussen, William Heinesen, Kristian Blak og Max Reger.

Tiltakið verður í Mariukirkjuni leygardagin 24. juli klokkan 11.30.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

Í gjár kl. 20:35