Leygardagin samantvinna tey handil, mentan og stuttleika í Runavík

Hetta er eitt stórt tiltak, tey hava fyrsta vikuskifti í novembur

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 13:23

Hetta vikuskiftið hava tey tiltak í Runavík, har tey samantvinna handil, mentan og stuttleika.

Tiltakið, sum tey kalla býarskái verður um alt Runavík, men serliga verða tað Løkshøll og bókasavnið, sum verða miðdeplar.

Hetta vikuskiftið verður tað, at handlarnir á plássinum seta hol á jólasøluna, umramt at tað vera fleiri Støkk Upp handlar í økinum. Og tað er leingi opið, so tey, sum eru sein á veg, kunnu fara til handils til heilt á midnátt leygarkvøldið og heilt til klokkan 20 sunnukvøldið.

Annars verður høvi at síggja og hoyra Ævintýraferðina við Búa Dam og Dánjali á Neystabø vitja og teir fara eisini at vísa ein part av virðisløntu films-sendirøðini, Seks spurningar um at vera menniskja. 

Og síðani fara teir at syngja og spæla fleiri av teim barnakæru sangunum, sum teir eru so kendir fyri. 
Ein seymiverkstova verður hjá Dianu og ein smúkku-kafé á Heiðavegi.  Á altanini hjá Betri verður uttandura konsert.

Tann stuttliga og sermerkta stempulkappingin hjá handilslívinum er eisini, og vinningurin verður als ikki minni í ár.  

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin klokkan tíggju við ymsum til børn, so har vera søguløtur, spurnakapping - og tey hava tilfar at gera kúllaligar bókaeinglar, stuttlig bókamerki ella aðrar jólagávur, siga tey.