Størsta skrædl á árinum var tað, tá ið Víkingur í dag vann 8-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Merkisvert var tað, at øll átta málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, tá ið Víkingur hevði fríska lotið undan.
-Hóast vit hava vunnið 12 dystir á rað, so hava vit ikki enn tryggjað okkum pláss í Europa næsta summar. Vit vilja ógvuliga fegnir vera við í Europa næsta summar, og tí fara vit til Klaksvíkar fyri at vinna. Hóast KÍ fer at spæla hóskvøldið í Europa, og klaksvíkingarnir sjálvandi fara at vera moyrir, so fara teir heilt víst at spæla við allari orku fyri at vinna ímóti okkum. Tað er altíð ein fragd at spæla ímóti KÍ og serliga í Klaksvík, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1.
Tað er komið fyri áður, at eitt lið hevur skorað átta mál í einum hálvleiki. Tað var 27. mai í 2001, tá ið B36 í Gundadali vann 15-0 ímóti FS Vágar. Tá var hálvleiksstøðan 8-0, og sambært faroesoccer.com skoraðu Lakjumenn ikki færri enn níggju mál henda dagin. Heðin á Lakjuni skoraði fimm mál, og systkinabarn hansara Magni á Lakjuni skoraði fýra mál.
Í dag var Sølvi Vatnhamar enn einaferð flúgvandi. Hann skoraði fýra mál í eitt stórt korter. Hann økti um munin til 4-0 í 65. minutti, og frá 75. og til 81. minutt skoraði hann hatttrikk, tá ið hann økti til 6-0, 7-0 og 8-0.
Sølvi Vatnhamar hevur nú skorað 20 mál, og hann er stórfavorittur at vinna gullskógvin. Næstur á listanum er Páll A. Klettskarð, sum hevur skorað 17 mál. Í fjør vann Sølvi Vatnhamar gullskógvin. Tá var hann toppskorari við 20 málum, og Páll A. Klettskarð var honum næstur við 18 málum.
Síðani summarsteðgin hevur Sølvi Vatnhamar í níggju landskappingardystum skorað 13 mál.
-Sølvi eigur at vera fyrimynd fyri allar teir ungu spælararnar, sum ætla sær at skjóta mál og at røkka langt í fótbólti. Hann koyrir á alla tíðina, og hann fer altíð eftir næsta bóltinum, og tað eiga ungir spælarar at leggja til merkis. At hann er 37 og um eitt stórt hálvt ár verður 38 ár sær ikki út til at vera nakar trupulleiki, staðfestir Atli Gregesen.
Hinir málskjúttarnir hjá Víkingi í dag vóru Olaf Bárðarson, sum fyrr í vikuni skoraði sigursmálið, tá ið U-21 landsliðið vann 1-0 í Andorra. Í dag skoraði hann tvey tey fyrstu málini, vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson økti um munin til 3-0. Tá átti Olaf Bárðarson uppleggið. Tá ið innskifti Jákup Johansen skoraði til 5-0, átti Ingi Jonhardsson uppleggið.
ÍF – TB 1-0 (0-0)
1-0: Karl A. Løkin br 93.+
Víkingur – EB/Streymur 8-0 (0-0)
1-0: Olaf Bárðarson 53.
2-0: Olaf Bárðarson 58.
3-0: Ingi Jonhardsson 61.
4-0: Sølvi Vatnhamar 65.
5-0: Jákup Johansen 70.
6-0: Sølvi Vatnhamar 75.
7-0: Sølvi Vatnhamar 77.
8-0: Sølvi Vatnhamar 81.
B68 – AB 2-2 (0-2)
0-1: sjálvmál 35.
0-2: Teitur D. Olsen 42.
1-2: Villiam Emil Klein 76.
2-2: Alex Mellemgaard 79.
HB – 07 Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Matthias Præst Nielsen 40.
2-0: Áki D. Samuelsen 54.
B36 – KÍ 0-0
KÍ | 26 | 21 | 4 | 1 | 65 | 17 | 67 |
Víkingur | 26 | 18 | 3 | 5 | 74 | 22 | 57 |
B36 | 26 | 18 | 3 | 5 | 52 | 24 | 57 |
HB | 26 | 17 | 4 | 5 | 67 | 23 | 55 |
07 Vestur | 26 | 11 | 4 | 11 | 41 | 41 | 37 |
EB/Streymur | 26 | 7 | 4 | 15 | 25 | 52 | 25 |
B68 | 26 | 4 | 10 | 12 | 29 | 48 | 22 |
ÍF | 26 | 6 | 1 | 19 | 23 | 67 | 19 |
TB | 26 | 4 | 4 | 18 | 15 | 60 | 16 |
AB | 26 | 4 | 3 | 19 | 24 | 61 | 15 |
27. umfar
Leygardagin 28. oktober
KÍ – Víkingur: Rúni Gaardbo
EB/Streymur – HB: Áki Leitisstein Hansen
ÍF – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen
AB – B36: Heini Ziskason Viðoy
TB – 07 Vestur: Dagfinn Forná