Skipasmiðjan hjá MEST í Havn er noydd at lata aftur í ein dag komandi ár, tí eftir lutakastið í morgun er greitt, at Føroyar millum annað er í bólki saman við Póllandi, har stóra stjørnan er Robert Lewandowski.
Tað var í dag klokkan 11, at tað var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Lutakastið fór fram í Frankfurt í Týsklandi, sum eisini verður vertur fyri endaspælinum, sum verður í 2024.
Føroyar var í potti nummar fýra, og soleiðis sær bólkurin – bólkur E – út:
Pólland, Kekkia, Albania, FØROYAR og Moldova
Stóð tað til varaliðskiparan á føroyska manslandsliðnum, Viljorm Davidsen, so sá hann fegin, at Føroyar komu í bólk saman við Danmark, Onglandi, Íslandi, Kýpros og San Marino.
– Hetta høvdu verið fimm spennandi avbjóðingar, har vit, umframt at vinna nøkur stig, eisini kundu fingið nøkur stór upplivilsir, segði Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya í gjár.
Men einki av teimum liðum, ið Viljormur ynskti at koma í bólk saman við, kom í bólkin hjá Føroyum.
Tó kunnu vit frøast um, at eitt tað veikasta liðið í potti fimm kom í okkara bólk, Moldova.
Tilsamans 55 lond eru limir í UEFA. Men til komandi EM-undankapping verða tað 53 lond, ið luttaka. Sum vertir hevur Týskland tryggjað sær pláss í endaspælinum, og verður tí ikki við í undankappingini, meðan Russland fyribils er koyrt úr kappingini.
Dystaryvirlit til undankappingina til EURO 2024 sær soleiðis út:
Dystur 1: 23. – 25. mars 2023
Dystur 2: 26. – 28. mars 2023
Dystur 3: 16. – 17. juni 2023
Dystur 4: 19. – 20. juni 2023
Dystur 5: 7. – 9. september 2023
Dystur 6: 10. – 12. september 2023
Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023
Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023
Dystur 9: 16. – 18. november 2023
Dystur 10: 19. – 21. november 2023
EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.