Enn er ógreitt, hvussu Vágs Býráð verður skipað eftir býráðsvalið ígjár.
Tey, sum vórðu vald í býráðið í gjár, tosaðu saman í gjárkvøldið, men tey gjørdu av at hittast aftur í dag við einum blonkum pappíri.
Tey, sum vórðu vald í býráðið, vóru fýra umboð fyri Tjóðveldi, trý javnaðarfólk og tvey sambandsfólk.
Tey, sum vórðu vald fyri Tjóðveldi, er Arni D. Brattaberg, Bárður G. Nielsen, Rógvi Kærbech og Jónleyg Olivia Finnsdóttir.
Levi Mørk, Bjarni Johansen og Rakul í Lágabø eru vald fyri Javnaðarflokkin og Marin Gaardlykke og Erhard Joensen eru vald fyri Sambandsflokkin.
Sostatt hava flokkarnir somu umboðan í nývalda býráðnum, sum teir hava í verandi býráði.
Tveir býráðslimir eru kortini nývaldir, Arni Brattaberg, sum er valdur fyri Eyðbritt Krosslá, sum ikki stillaði upp aftur og Rakul Nolsøe í Lágabø, sum er vald Fyri Magnus M Hjelm, sum ikki varð afturvaldur.
Býráðslimurin við flestu atkvøðunum er Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum, sum fekk 131 atkvøður og sostatt fekk hann 23 atkvøður fleiri enn sitandi borgarstjóri, sum eisini er úr Javnaðarflokkinum.
Levi Mørk sigur, at hendan støðan ger, at hann fer at royna at gerast borgarstjóri í Vági. Tað heldur hann, at veljarin hevur víst honum álit til, og tað ætlar hann sær eisini at taka í álvara
Men, sum sagt, er Tjóðveldi størsti flokkur í býráðnum og tann, sum fekk flestar atkvøður á tjóðveldislistanum, er Arni Brattaberg, sum fekk 120 atkvøður. Sosatt er hann fyrst valdi býráðslimur í nývalda býráðnum í Vági, og tað er hann, sum skal kalla nývalda býráðið saman til fyrsta fundin at velja borgarstjóra.
Annars sigur hann, at einki er avgjørt, tí tá ið allir teir nývaldu býráðslimirnir hittast aftur nú á miðdegi, er tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fáa allar býráðslimir at semjast um, hvussu býráðið skal skipast og eisini um førda politikkin hesi næstu árini.
Eydnast tað ikki, verður roynt at skipa eina samgongu ímillum onkrar av flokkunum og har eru møguleikarnir tríggir. Tjóðveldi kann skipa samgongu við Javnaðarflokkin, tí tey hava sjey av teimum níggju býráðslimunum.
Tjóðveldi kann eisini skipa samgongu við Sambandsflokkinum, tí tey hava seks býráðslimir. Men Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu eisini skipa samgongu við fimm av teimum níggju býráðslimunum í rygginum.