Síðani kommunuvalið týsdagin hevur tað ligið í kortunum, at ein samgonga skuldi skipast ímillum Javnaðarflokkin og Sambandflokkin. Javnaðarflokkurin hevur tríggjar býráðslimir og Sambandsflokkurin hevur tveir, so tilsamans hava tey fimm av teimum níggju býráðslimunum.
Og tað hevur eisini verið frammi, at semja er um, at Levi Mørk, sum fekk flestar atkvøður á javnaðarlistanum, skuldi vera borgarstjóri, og Marin Gaardlykke úr Sambandsflokkinum skuldi vera varaborgarstjóri.
Nývalda býráðið er kallað saman til fundar í morgin at skipa seg, men nú er ordiliga vent í holuni í býráðnum.
Tey, sum umboða Javnaðarflokkin í býráðnum, eru Levi Mørk, Bjarni Johansen, sum er borgmeistari, og Rakul Nolsøe í Lágabø.
Levi Mørk sigur, at nú vísir tað seg, at verandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vil ikki skriva undir avtaluna ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Eisini annar býráðslimurin fyri Sambandsflokkin, Erhard Joensen, váttar, at Bjarni Johansen ikki vil skriva undir avtaluna - men hvat so fer at henda á ætlaða fundinum í morgin, veit hann ikki.
Keldur í Vági vilja vera við, at Bjarni Johansen hevur kastað saman við Tjóðveldi fyri at halda fram sum borgarstjóri. Tjóðveldi hevur fýra býráðslimir, og saman við Bjarna Johansen, hava tey fimm býráðslimir, og sostatt meirilutan.
Levi Mørk sigur í stuttari viðmerking, at hann er ómetaliga vónsvikin og følir seg stungnan í ryggin av floksfelaganum. Hann sigur eisini, at eftir hansara tykki er hetta eitt so stórt álitisbrot, at hann umhugsar at melda seg úr Javnaðarflokkinum.
Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á Bjarna Johansen.