Finalan í Europa League varð í gjár leikt á Aviva leikvøllinum í Dublin í Írlandi, har italska Atalanta og týska Bayer Leverkusen brustu saman.
Leverkusen hevur havt eitt framúr gott kappingarár við fyrrverandi stórspælarinum, Xabi Alonso, á odda. Liðið vann týsku Bundesliguni ógvuliga sannførandi, og hevði spælt seg í finalurnar í bæði Europa League og týsku steypakappingini. Harafturat var liðið ósigrað í øllum kappingum - í heili 51 dystum.
Atalanta liggur í løtuni á fimta plássinum í italsku Seriu A. Liðið hevur tó víst sera góðar taktir í Europa League, m.a. við at sláa Liverpool út úr kappingini. Undan finaluni í gjár hevði felagið einans vunnið eitt steyp yvirhøvur, og tað var heilt afturi í 1963, tá felagið vann italsku steypakappingina, Coppa Italia.
Lagt var tí upp til eina spennandi finalu í gjár. Talan gjørdist tó ongantíð um veruligan spenning, tí venjarin hjá Atalanta, Gian Piero Gasperini, hevði lisið væl uppá. Atalanta megnaði at fullkomiliga steðga álopsspælinum hjá Leverkusen, sum hevði sera trupult við at skapa kjansir allan dystin. Í hinum endanum var Ademola Lookman hjá Atalanta í stórformi, og longu eftir 26 minuttum hevði hann skotið tvey mál.
Leverkusen megnaði ongantíð at svara aftur, og eftir 75 minuttum staðfesti Lookman sigurin, við sínum triðja máli. Lookman gjørdist harvið fyrsti leikari síðani 1975, at skjóta hattrick í einari Europa League/UEFA Cup finalu.
Atalanta kann fegnast um sítt fyrsta evropeiska steyp nakrantíð, meðan mennirnir hjá Xabi Alonso mugu skjótt uppá hestin aftur, tí longu leygardagin skulu teir spæla enn eina finalu. Tá er týska steypafinalan á skránni, har Kaiserslautern er mótstøðuliðið.