Lettland skiftir hvítarussiska flaggið út við flaggið hjá andstøðuni

Í hesum døgum er HM í íshokki í Lettlandi. Eftir at myndugleikarnir í Hvítarusslandi herfyri noyddu eitt flogfar at seta seg í Minsk, hava fyriskipararnir av HM-endaspælinum avgjørt at skifta hvítarussiska flaggið út við flaggið hjá andstøðuni ístaðin

Sigurjón Einarsson
27. mai 2021 kl. 10:30

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá teimum, ið skipa fyri endaspælinum í íshokki, sum er í Lettlandi í hesum døgum, at myndugleikarnir í Hvítarusslandi herfyri noyddu eitt flogfar hjá Ryanair at seta seg í høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi, Minsk, so myndugleikarnir kundu handtaka andstøðingin og samfelagsrevsaran Roman Protasevitj.

Borgarstjórin í Riga, Martins Stakis og uttanríkisráðharrin, Edgars Rinkevics, hava tí avgjørt at skifta almenna hvítarussiska flaggið út við hvít-reyða-hvíta flaggið hjá andstøðuni, sum umboðar mótstøðu móti hvítarussiska stýrinum, skrivar baltiskir miðlar.

Sambært borgarstjóranum í Riga, “so umboðar flaggið eitt stýrið, ið loyvir stjórnaryvirgang, tí skal tað ikki hava loyvi til at flagga í hansara býi”, verður hann siteraður fyri.

Eisini er almenna russiska flaggið strikað til kappingina. Ístaðin verður olympiska flaggið fyri russiska sameldinum brúkt. Hetta kemur í kjalarvørrinum av teimum trupulleikunum, ið Russland hevur havt við IOC í samband við doping.