Leonard Cohen sáli vann sína fyrstu Grammy

Leonard Cohen vann sunnukvøldið sína fyrstu Grammy heiðursløn. Í gjár vóru ársins Grammy heiðurslønir handaðar í New York...

Alda Nielsdóttir
29. januar 2018 kl. 10:50

Leonard Cohen vann sunnukvøldið sína fyrstu Grammy heiðursløn. 

Í gjár vóru ársins Grammy heiðurslønir handaðar í New York. Hetta var 60. árið, at Grammy heiðurslønirnar vóru handaðar, og í ár vann Leonard Cohen sína fyrstu Grammy heiðursløn fyri sangin "You Want It Darker" í flokkinum "Best Rock Performance".

Plátan "You Want It Darker" varð givin út 3 vikur áðrenn Cohen doyði í november 2016 í Los Angeles. Leonard Cohen gjørdist 82 ár.

Stóri vinnarin í gjár gjørdist uttan iva Bruno Mars, ið vann ikki minni enn 6 heiðurslønir.

Hiphop og R'n'B domineraði kvøldið, og tí passaði tað sera væl til, at ársins Grammy-handan var í New York, ið sigst at vera føðistaðið fyri hiphop.

4 út av 5 av teimum tilnevndu í flokkinum "ársins besta útgáva" vóru ikki-hvítir hiphop- og R'n'B-tónleikarar.

Kelda: TV2