Síðsta heyst bóðu FSF og Lene Torp hvørjum øðrum farvæl. Tá hevði danski venjarin í tvey ár havt ábyrgdina av føroyska kvinnulandsliðnum.
Í kvøld er tað vorðið alment, at Lene Torp nú verður høvuðsvenjari í Fortuna Hjørring, sum telist millum størstu feløgini í Danmark, tá ið tað ræður um kvinnufótbólt.
Felagið sigur, at tað var samband millum venjaran og felagið fyri trimum árum síðani, men tá lá tað ikki fyri hjá venjaranum at taka við avbjóðingini í Fortuna, tí tá hevði hon bundið seg at vera landsliðsvenjari í Føroyum í tvey ár.
Í løtuni er Fortuna Hjørring á triðja plássi í donsku landskappingini. Í fjør vann felagið steypafinaluna, og aftur í ár er Fortuna Hjørring í steypafinaluni. Hon verður 21. juni ímóti FC Nordsjælland.