Útgávukonsertin við Lenu Anderssen, sum verður í Løkshøll fríggjakvøldið 3. mai varð skjótt útseld, og tí er avgjørt at hava eina eyka konsert hóskvøldið 2. mai kl. 19.30. Tá fer Lena og bólkur hennara at framføra øll løgini av nýggju útgávuni 'State of the Land', ið kom út 26. januar.
Bólkurin verður væl mannaður við Jóhannus á Rógvu Joensen, Josva Debes, Kim Hansen, Hans Poulsen og manninum og musikalska partnaranum Niclas Johannesen.
Útgávan 'State of the Land' hevur verið leingi ávegis og vil Lena fegin markera útgávuna við hesi konsertini. 'State of the Land' er upprunaliga upptikin í USA saman við slóðbrótandi enska upptøkumanninum Geoff Emerick, ið er serliga kendur fyri sítt arbeiði sum høvuðsupptøkumaður á útgávum so sum 'Revolver', 'Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band' og 'Abbey Road' við The Beatles. Arbeiðið við útgávuni fekk ein óvæntaða vend, tí hetta gjørdist síðsta útgávan, har fleirfaldi Grammy vinnandi onglendingurin sat aftan fyri knøttarnar. Hann andaðist í oktober 2018, og 'State of the Land' er sostatt eisini ognað Geoff Emerick.
'State of the Land' er væl móttikin og fekk 6/6 stjørnum í ummæli í Sosialinum og 9/10 og 10/10 í Kvørnini í Kringvarpinum. Uttanlands eru fleiri løg spæld á eitt nú BBC, meðan enska blaðið Yorkshire Times í ummæli skrivaði, at “State of the Land sees Anderssen sounding more diverse and compelling than ever before. Her distinctive, crisp vocal takes centre stage on a tender, moving, and often uplifting release that steadily steals your heart.”
Hóskvøldið 2. mai kl. 19.30 verður so serligt høvi á fyrsta sinni at hoyra allar sangirnar av útgávuni framførdar live.