Ongi úrslit

Lena Anderssen á BBC við nýggjum lag

Lena Anderssen gevur út ein nýggjan sang í dag, sum er triðja staklagið av komandi útgávuni. BBC fer leygardagin og í komandi viku at hava samrøðu við Lenu um sangin og yrkisleiðina

Tíðindaskriv
7. mai 2021 kl. 08:49

“The Airport” er heiti á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen gevur út í dag, fríggjadagin 7. mai. Hetta er somuleiðis triðja staklagið av komandi heildar útgávuni State of the Land, sum kemur út 3. september í ár.

BBC, Bristol fer í komandi viku at spæla The Airport umframt at hava beinleiðis samrøðu við Lenu og sangin og hennara yrkisleið annars. Somuleiðis fer BBC í Norðurírlandi eisini at spæla “The Airport” í sending teirra “The Culture Café leygardagin 8. mai.

Grundsporini til The Airport eru spæld inn live í mars 2018 Los Angeles við mæta enska ljóðmanninum Geoff Emerick handan knøttarnar. Hetta skuldi vísa seg at gerast seinasta heildarútgávan hjá ljóðarkitektinum aftan fyri so mætar plátur so sum Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road hjá The Beatles. Emerick andaðist seinni sama ár.

Restin av upptøkunum eru gjørdar í Føroyum og strúkarar er spælt inn í Skopje í Makedonia.

Umframt amerikansku tónleikararnar Matt Chamberlain á trummum (Bob Dylan, Bruce Springsteen, Adele) og Matt Rollings á klaver (Billy Joel, Willie Nelson, Mary Chapin Carpenter) spælir Jóhannus á Rógvu Joensen bass, James Olsen, percussion, Ólavur Olsen horn og Niclas Johannesen guitarar og ymiskt annað, meðan Lena syngur lead vokal og kór stemmur.

Lagið kann hoyrast her:

Apple Music

https://music.apple.com/dk/album/the-airport-single/1562335263

Spotify 

https://open.spotify.com/track/5NLQXY1oEvWODZR1tU6MUn?si=Do_AJaqFQ4WKksWvUVQmfg

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32