Leivur gevst á Fonn Flog

Hann hevur selt sín ognarlut og fer frá sum stjóri

Jóannes Hansen
7. november 2024 kl. 13:55

Eftir góð 32 ár í starvi á Fonn Flog, takkar stovnarin Leivur fyri seg og letur stafettina víðari. Leivur hevur valt at selja sín ognarlut og fer frá sum stjóri í felagnum.

Í hesum sambandi verður ein fráfaringarløta á deildini í Klaksvík, hósdagin 7. novembur 14:00 – 17:00, sum er nú um eina løtu. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á hann.

Vit takka Leivur fyri drúgva tænastu og ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivar Fonn Flog.

Ásla og Leivur Fonn fóru undir hetta virksemið í august 1992 – undir djúpu samfelagskreppuni – og øll tey fyrstu árini arbeiddu tey so at siga dag og nátt og sveittaðu næstan blóð fyri at fáa alt at koyra. Men síðani tað hava vit havt óteljandi góðar og stuttligar løtur á Fonn Flog. (Eg havi arbeitt har frá 2002.) Hóast babba hevur trappað niður síðstu árini, so kemur hann ein túr inn á gólvið so at siga hvønn dag, skrivar Steinvør Fonn.