Sunnunáttina - og tað er altso náttina til sunnudagin- hevur eitt álvarsligt innbrot verið í Klaksvík. Løgreglan sigur, at tað er í FK í Klaksvík, at innbrotið hevur verið og tað var umleið klokkan 02.30 um náttina.
Løgreglan sigur at ein stór peningaupphædd er stolin. Tey vilja ikki siga, hvussu nógv, talan er um, men tey siga kortini, at talan er um nógvar pengar.
Løgreglan vil heldur ikki siga, hvussu tjóvurin, ella tjóvarnir eru slopnir inn.
Løgreglan sigur eisini, at kanningar vísa, at ein gerningsmaður var í ein hvítari málaradrakt við bláum strípum sum tann, ið sæst á myndini.
Løgreglan veit ikki um talan er um fleiri innbrotstjóvar, men tey hava fingið fatur á myndum av vakmyndatólum har um vegir og tær myndirnar verða kannaðar nú.
At tjóvurin hevur verið í eini máladrakt, kundi bent á, at innbrotið er lagt til rættis. Tað fæst løgreglan ikki at siga, men ásanna kortini, at málaradraktin er so nakað, tjóvurin hevur útvegað sær frammanundan.
Løgreglan sigur eisini, at eftir innbrotið hevur tjóvurin so sloppið sær av aftur við draktina, so er tað onkur í Klaksvík, sum kemur fram á eina málaradrakt sum hasa, frætta tey fegin.
Yvirhøvur heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð okkurt um við FK hesa tíðina, ella sum annrs halda seg vita nakað um málið, um at siga frá.