Leita eftir fólki sum hevur uppiborðið eina heiðursløn

Heiðurslønin skal handast tann 10 oktobur

Áki Bertholdsen
28. august 2024 kl. 12:18

Í fleiri ár hevur Sinnisbati, sum er felagi hjá fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra, handað eina heiðursløn.

Heiðursløn verður latin á altjóða sálarheilsudagnum 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra onkran, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár.

Tað kann verða onkur, sum hevur skipað fyri onkrum serligum tiltaki, ella tað kann vera onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Tað kann eisini vera onkur sum arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Í fjør var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk virðislønina fyri at hava víst eitt serligt samfelagssinni, eina serliga menniskjaligheit og rúmd, tá tað kemur til arbeiðið við heimleysum í Føroyum.

Og nú leita tey í Sinnisbata eftir onkrum at handa heiðurslønina á sálarheilsudegnum í ár. Og tí biðja tey nú fólk um at senda teimum uppskot um,  hvør tað skal vera. Annars ertað ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.