Í samband við barna- og ungdómsstevnuna FRÍTT FLOG, ið er í løtuni, vóru sýningar bæði mána- og týskvøldið í Norðurlandahúsinum av leikinum “Offside”. Talan var um danska leikbólkin HiLS DiN MOR, ið komu til Føroya at sýna leikin. Leikurin snýr seg um homofobi og sexismu innan fótbóltsheimin, greiða Jesper Frølund Hansen og René Benjamin Hansen frá, ið báðir eru par og hava verið samskiparir av leikbólkinum gjøgnum fleiri ár.
Leikurin Offside
Leikurin Offside snýr seg um dugnaliga fótbóltsspælaran Nick og pápa hansara, ið hevur stórætlanir fyri sonin. Nick droymir um at røkka meistaradeildina innan fótbóltsyrkið. Alt hetta broytist tó, tá ið hann hittir nýggja liðfelagin, Asbjørn. Vinarbandið teirra millum broytist skjótt til forelskilsi. Nick missir vitið og er óvitandi um, hvat ið hann skal gera við støðuna. Serliga tí, at hann veit, at samkynd fólk ikki spæla við í meistaradeildini. Skulu tey seta orð á kenslurnar og tveita dreymarnir burtur fyri at kunna verða seg sjálvi, ella skulu tey bert liva grundað á eina lygn?
Offside snýr seg um at tora at standa við seg sjálvan og um, hvussu tann, til tíðir, niðrandi tónin á vøllinum, skapar eitt ótrygt umhvørvi fyri ungir samkyndir fótbóltspælarir, siga Jesper og René.
Hvat arbeiðir leikbólkurin HiLS DiN MOR fyri?
HiLS DiN MOR er ein danskur virðisløntur leikbólkur, ið hevur verið til síðani 2010. Leikbólkurin framleiðir leikir, ið hava til endamáls at lýsa viðurskiftir innan LGBTQ+ umhvørvið.
Tey leggja stóran dent á at ferðast víða fyri at framføra ymisku leikirnir. Síðani 2012 hava tey lagt stóran dent á at framleiða tilfar til ung frá 12 ára aldur, tí tey halda tað verða týdningarmikið, at savna sær vitan um kynslívið, tá ið man gerst tannáringur og byrjar at menna sín egna samleika, greiða Jesper og René frá.
Bert ein mannligur fótbóltsleikari innan meistaradeildina kring allan heimin ið er opin um at vera samkyndur
Sambært leikbólkinum er tað bert ein mannligur fótbóltsleikari innan meistaradeildina kring allan heimin, ið er opin um at verða samkyndur.
- Fótbóltur er ein ógvuliga manslig ítróttagrein. Innan greinina snýr tað seg um at allatíð stremba eftir at verða tann besti og størsti, fyri at kunna blíva fluttur upp. Tað at verða samkyndur, verður tíðanverri ofta sett í samband við at verða veikur, og at man orsaka av hesum ikki á sama hátt, kanska ikki er líka mannligur, byrja Jesper og René at greiða frá.
Sjálvt um fleiri fótbóltsspælarir innan meistaradeildina í loyndum eru samkyndir, forða fótbóltsfeløgini tó fyri, at leikararnir sleppa at verða opnir um veruleikan av trygdaráðum.
- Vit vita, at tað eru fleiri fótbóltsspælarir kring heimin, ið eru samkyndir, og at teir stríðast. Tað er tó ein ógvuliga trupul støða, tí ymisku fótbóltsfeløgini innan meistaradeildina óttast fyri, hvørjar fylgir tað hevði havt við sær, um leikararnir valdu at verða opnir um teirra kynslív. Um teir høvdu megnað tað stríðið og umdømið, ið tað hevði fingið við sær. Hetta er ógvuliga syrgiligt at hugsa sær, siga Jesper og René og suffa síðani.
Orð seta seg sum arr
- Tað er eingin ivi um, at, til tíðir, niðrandi tónin á vøllinum er ein stórur trupulleiki, byrja teir báðir at greiða frá. Trupulleikin er, at man ikki altíð er tilvitaður um, hvussu djúpt orð kunnu seta seg. Fólk innan fótbóltsheimin hava lyndið til at nýta ókvæmisorð teirra millum, um at verða samkyndur, bæði til stuttleika, men somuleiðis fyri at hevja seg sjálvan. Veruleikin er tó, at orð, sum í veruleikanum eru hugsaði sum skemt, kunnu hava varðandi ávirkan. Tey seta seg sum arr, leggja teir báðir avtrat.
Kvinnuligi fótbóltsídnaðurin er meiri frælsur
Nógv kjak hevur verið um munin millum mannliga- og kvinnuliga fótbóltsídnaðin gjøgnum árini.
- Mannligi- og kvinnuligi fótbóltsídnaðurin er í størri høpi nakað fyri seg. Útífrá hvat ið vit persónliga síggja og kenna, virkar tað sum, at kvinnuligi ídnaðurin er meiri frælsur á tann hátt, at kvinnurnar eru betri til at stuðla hvørjari aðrari og tosa um kenslurnar. Talan er ikki um sama slag av trýsti sum í mansligum fótbólti, um at skula verða sterkasti og ein “rættur” maður, siga René og Jesper.
René og Jesper greiða frá, at ein annar trupulleiki, tá ið tosað verður um at verða ein “rættur” maður, er, at vit ikki á sama hátt hava lyndið til at seksualisera menn sum kvinnur.
- Somuleiðis við, at menn, um man lýsur tað á ein einstáttaðan hátt, skulu verða sterkir og prúðir, verða kvinnur ofta sæddar sum nakað vakurt, frekt og ósekt. Vit hava lyndið til at seksualisera tær. Vit hava jú ikki á sama hátt hug til at síggja tveir menn mussast, siga René og Jesper. Teir leggja síðani avtrat, hetta er jú bert veruleikin.
Øll skulu kenna seg trygg og vælkomin á leikvøllum
René og Jesper siga, at teir ynskja at vísa umheiminum á, at tað kann ikki passa, at samkynd skulu kenna seg ótryggan á vøllinum, orsaka av niðrandi málbrúkinum og mentanini.
- Vit ynskja at skapa eina hugburðsbroyting. Fótbólturin eigur at fylgja við tíðini. Tað kann ikki verða rætt, at samkynd skulu kenna seg ótrygg, orsaka av niðrandi málbrúkinum og mentanini. Øll skulu kenna seg trygg og vælkomin á vøllinum, enda teir við at siga.